Hetta var tað, tað er liðugt hjá B68, staðfestir verjuveteranurin, Jóhan Dávur Højgaard hjá B68. Í dag tapti B68 0-5 ímóti AB á Argjum, og hava toftamenn 10 stig upp til bjargingina nú bert seks umfør resta í effodeildini.
Jóhan Dávur Højgaard heldur, at nú má byggjast uppaftur av nýggjum, og satsast má uppá yngri kreftir, um enn tað skal taka B68 fleiri ár í 1. deild.
Jóhan Dávur Højgaard heldur, at tað hekk illa saman í verjupartinum hjá B68, og hann er eisini vónbrotin av, at B68 bara skapti ein veruligan málmøguleika ímóti AB í dag.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Jóhan Dávur Højgaard aftaná stórtapið á Argjum.