- Vit lótu teir hava bóltin og dúvaðu upp á mótálop, men tað eydnaðist so ikki. Teir stóðu væl og fingu eitt mál, sum noyddi okkum fram á vøllin. Vit skaptu ov lítið og sigurin var uppiborin, staðfestir Jóhan Dávur og váttar, at eitt næstaftasta pláss als ikki er nøktandi.
- Tað er alt ov vánaligt. Vit høvdu ikki lagt út í kortið at spæla um niðurflyting aftur í ár. Í teimum báðum dystunum, sum eru eftir undan summarsteðgin, er sigurin eitt krav, segði hann.