Jóhan er porkerningur, sonur Jóhan í Billhúsi úr Sumba og Petru Klyver, Porkeri.
Sum ungur fór hann til Havnar at læra til málara hjá Símuni Djurhuus, málarameistara, sum eisini er úr Porkeri.
Fá ár eftir lokið sveinabræv fór hann at arbeiða fyri
seg sjálvan og hevði bæði lærlingar og sveinar í arbeiði.
Í farnu 56 árini sum málari hevur Jóhan tikist við bæði stórt og smátt. Hann hevur málað og tapetiserað hjá fólki, eisini hevur honum dámt avbjóðingina at taka av arbeiðum uppá stórar bygningar so sum virkisbygningar, skúlar kirkjur og aðrar bygningar. Hann trívist í arbeiðinum, tí hevur hann hildið á í so nógv ár.
Jóhan er giftur Ásu Elinborg Dam, f. Poulsen, ættað úr Sumba og
saman hava tey trý børn: Herman er elst, hann er leiðari av Havnar Sjúkrakassa og býr á Argjum. Poul búsettist í Øravíkarlíð, hann hevur egið virki á kaiøkinum á Tvøroyri. Lítlasystirin Marian er ergoterapeut og býr í Havn.