Jóhan bjargaði systirsoninum

Níggju ára gamli Helgi Torkilsson, spældi uttan fyri heim sítt. Í spælinum hevði hann av óvart hongt seg í eitt band, sum dreingirnir høvdu bundið í eitt træ, sum stóð í einum skráningi.

 

Helgi hevði lagt bandið um hálsin og bundið ein knút á, sum bleiv bara fastari, tá ið bandið strammaðist.

 

Mammubeiggi Helga, Jóhan Hansen, kom av tilvild framvið og sá Helga við eygunum viðvendum, tunguni úti og líkbleikur. Hann setti lítla dreingin á lærið, meðan hann bant knútin upp. Tá hann hevði fingið Helga leysan, risti hann hann og rópti á hann.

 

Til alla lukku raknaði Helgi við aftur. Sjúkrabilurin bleiv boðsendur og Helgi mátti liggja eina nátt á sjúkrahúsinum til eygleiðingar.

 

Hann fekk tíbetur ongan fysiskan skaða og er í dag sami glaði drongurin, sum hann var áðrenn.

 

Fyri hetta bragdið bleiv Jóhan Hansen í gjár tilnevndur sum nummar tvey til tiltakið Ársins Fyrstuhjálpari hjá Reyða Krossi Føroyar. Hann fekk eitt heiðursbræv og ein gávuposa.

 

Jóhan Hansen stendur ytst til høgru á myndini.