Vit í Føroya Javnaðarflokki drýpa høvur, nú Jógvan Adolf Johannesen, fyrrverandi løgtingsmaður ikki longur er okkara millum. 70 ára gamalur hevur hann nú lagt árarnar inn, men hóast hann ikki náddi kappaaldur, so náddi Jógvan Adolf so ómetaliga nógv í sínum lívi.
Jógvan Adolf vaks upp í Putlhúsi í Dali - í einum heimi, har hendurnar vóru álitið. Í hesum húsum sá hann fyrstu ferð dagsins ljós, og í hesum somu húsum legði hann eyguni aftur fyri seinastu ferð.
Sum ungur var hann til sjós í nøkur ár, men eftir at hava nomið sær læraraútbúgving, sat hann í mong Harrans ár aftan fyri pultin og lærdi uppvaksandi ættarliðið. Men hetta var ikki nóg mikið fyri Jógvan Adolf. Hann átók sær skrivarastarvið hjá kommununi í Skopun, har hann búði og starvaðist tey mongu árini. Hann var við í flakavirkisvinnuni, og hann var reiðari og saman við øðrum eigari av fleiri skipum, sum høvdu og enn hava alstóran týdning fyri vinnulív og trivnaðin í hansara heimaoyggj. Men tað var sum løgtingsmaður, at vit í Javnaðarflokkinum fyrst og fremst komu at kenna hann. Hetta starv røkti hann frá 1988 til 98.
Løgtingsvalið 1990 var minniligt fyri okkum, tá Javnaðarflokkin kom á ting við ikki færri enn 10 løgtingsumboðum. Eg var nývaldur, og tí varð stigið varisliga, tí her vóru kvinnur og menn, sum vóru gomul í garði og høvdu verið í mongum politiskum leiki. Jógvan Adolf var tá afturvaldur. Vit komu soleiðis at arbeiða saman í politikki í átta ár.
Beinanvegin legði ein til merkis henda mannin við tí drynjandi og syngjandi sandoyarmálinum. Hann var støðufastur sum fáur og ikki altíð tann lættasti at gera semjur við.Hansara politiska kjølfesti var trygt, og løturnar, tá hann greiddi frá, hví hann gjørdist júst javnaðarmaður, vóru kveikjandi og hugtakandi. Jógvan Adolf hevði eitt sera lætt sinni, og mangan kundi hann fáa láturin á Gamla Apoteki at runga.
Vit høvdu ikki sitið leingi í samgongu, tá búskaparligu óløgini skolaðu inn yvir okkum. Jógvan Adolf, sum jú var virkin í vinnuni, visti betur enn nakar, hvussu støðan var úti um landið. Henda kreppan tók okkum øll sera fast, men serliga fast tók hon Jógvani Adolfi, sum sat við øllum trupulleikunum í føvninginum.
Eitt lemjandi arbeiðsloysi rakti landið, men ongastaðni so fast sum í Sandoynni, har ikki ein króna var at vinna fyri tær mongu arbeiðsleysu hendurnar. Men Jógvan stakk ikki upp fyri nøkrum, men bardust sum úlvur á skóg fyri at finna veg út úr vónleysu støðuni. Sjálvt um “Sandoyarloysnin”, sum fekk gongd í aftur í oynni, var ein politisk loysn, sum samgongan og Løgtingið framdi, so var tað Jógvan Adolf, sum trýsti mest á. Henda tíðin fyrst í 90´unum var sanniliga ikki nakar dansur á rósum, og tað leikaði mangan hart á. Hetta merkti okkum øll, men serliga merkti tíðin tingmannin í Sandoynni.
Jógvan átti ikki hetta at fella í fátt. So mikið gott hevði hann fingið í beinini í Dali, at hann visti, at einki kemur av sær sjálvum, men at stríð og áhaldni skal til. Tað vóru knotur í honum. Og kom eitt bakkast, sum tá Klettarnir fóru, so herjaði hann á aftur og keypti saman við øðrum Eysturbúgvan.
Jógvan Adolf var søgukønur sum fáur, og ikki minst dugdi hann okkara egnu søgu. Fyri ikki at tosa um kvæðini og føroyska dansin, sum stóðu hjarta hansara serliga nær. Tað var sannur hátíðardámur yvir honum, sum var hann komin inn í ein halgidóm, tá hann í føroyskum klæðum fór uppá gólv og tráddi dansin so lystiliga. Tí var tað eisini skiljandi at mentamálini høvdu hansara serliga áhuga.
Jógvan Adolf var ein framúr góður røðari. Við nærlagni fyrireikaði hann seg og skrivaði røðuna við vøkru handskrift síni, og so tók hann orðið. Føroyska málið fall honum so leikandi lætt, og neyvan man føroyskt hava verið framborið meira virðiligt, enn tá Jógvan Adolf bar tað fram á tingi.
Nú er henda eyðkenda rødd tagna. Vit í Føroya Javnaðarflokki eru sera takksom fyri tað arbeiðið, hann útinti í politiska starvi sínum og lýsa frið yvir minni um partamannin og vinmannin Jógvan Adolf Johannesen.
Jóannes Eidesgaard
floksformaður
Tekstur undir myndini
Seinasta summar hevði tingmanningin saman við landsstýrisfólkunum hjá flokkinum ein arbeiðsdag á Sandoynni. Áðrenn vit fóru av aftur oynni, gjørdu vit eitt rend til Dals og heilsaðu okkara vini og partamanni. Her eru nakrir teirra avmyndaðir saman við Jógvani Adolfi framman fyri barnaheiminum í Dali.