Jógvan yrkti til løtuna

Borðoyarvík:
Meðan fólk stóðu mest sum og bara bíðaðu til skotið fór at verða latið av, tók Jógvan Gerðalíð eitt pappír úr innaralumma á jakkanum. Og við harðari rødd byrjaði hann at lesa upp eina yrking, sum hann sjálvur hevði gjørt til søguligu løtuna upp í Borðoyarvík týsdagin.
Jógvan sigur lítillátin, at hetta bert var eitt hugskot, sum hann fekk eitt kvøldi, hann setti seg niður. Hann varð spurdur, um hann vildi vera tilstaðar, tá Steinbjørn Jacobsen fór at trýsta á knøttin, og tað vildi hann fegin.
? Eg visti ikki, hvussu alt fór at ganga fyri seg haruppi. Tað hendi líka sum onki júst hasa løtuna, øll stóðu bara og bíðaðu, og so helt eg, at tað var upp á sítt pláss at lesa yrkinga upp. Og tað vísti seg so at vilja so væl til, at tað var beint, áðrenn skotið varð latið av, sigur 87 ára gamli Jógvan Gerðalíð, sum í sínari tíð hevur arbeitt nógv við spreingistoff.

Hetta er yrkingin, sum hann las upp:

So løgdu teir á yvir fjørðin,
undir havið varð kósin so sett,
og harður var róður, og skalv tá øll jørðin.
Av onkrum ein ørskapur mett.

Við stálormi fjallið var borað
og við krúti varð ormholið fylt.
So trýsti á knøttin hann, Steinbjørn, tá ristist
alt Háfjall, so hábærsligt gylt.

Um skamma tíð fer hon at slúka
inn í gapið alt, etandi er.
Úr eystri og vestri sum snarljós tey fúka
um tunnilin, akfør við ferð.

So lat okkum fegnast um framstig
og ynskja, at verkætlan øll
skal tæna og virka og leggja á miðið,
ið vejir um smáttu og høll.

So veri tú, alvaldi faðir,
tann hondin, ið leiða vil alt.
At nýta við skynsemi legg okkum lagið.
Við vissu, vit vita, væl valt.