-Eg var so nær við at vinna seinast. Einans 223 atkvøður vóru millum meg og vinnaran, so eg vil royna meg enn einaferð, sigur Jógvan Hansen, sum 29. Januar aftur skal royna seg í íslendska Eurovison. Eurovision er aftur á skránni í Íslandi, og klaksvíkingurin Jógvan Hansen telist enn einaferð millum luttakararnir í kappingini.
Fyri Jógvan Hansen hevur luttøkan í fjør veruliga givið úrslit, og nú vil hann royna seg enn einaferð í kappingini.
-Tað hevur ótrúliga nógv at siga fyri ein tónleikara, at verða við í eini kapping, sum øll fylgja við, sigur Jógvan Hansen.
Hann vísir á, at síðani hansara luttøku í fjør hevur hann fingið tónleik sendandi úr Onglandi, Danmark, Spania, Grikkalandi og øðrum londum.
Jógvan dylur ikki fyri, at hann í ár vil vinna kappingina.
-Eg havi altíð vónir um at vinna. Um tú ikki stílar høgt, kemur tú ikki hálvan vegin. Kanska pessimisturin at enda fær rætt, men optimisturin hevur tað nógv stuttligari á vegnum, sigur Jógvan Hansen.
Eg havi altíð vónir um at vinna. Um man ikki stílar högt kemur mann ikki hálvan veg.
Kanska pessimisturin hevði rætt á endanum, men optimisturin hevði tað nógv stuttligari á veginum har til.