Jógvan við Keldu sigur ikki meiri um útlendingar

Jógvan við Keldu hevur onga viðmerking til at tað hevur tikið eitt heilt ár hjá innlendismálaráðnum at avgreiða eina umsókn um at fáa arbeiðsloyvið longt

Útlendingamál

? Eg havi ongar viðmerkingar til nakað í sambandi við útlendingar enn.
Tað sigur Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálaráðnum, sum hevur við útlendingar at gera.
Á síðu 16 og 17 í blaðnum í dag fortelja vit søguna um Natashu Vukotic úr Jugoslavia, sum hevur búð í Hvalba í seks ár.
Í apríl mánaði í fjør sendi hon innlendismálaráðnum umsókn um at fáa arbeiðsloyvi longt, men hóast meiri enn eitt ár er farið, hevur hon hvørki hoyrt orð ella eið aftur.
Vit ætlaðu at spyrja Jógvan við Keldu, landsstýrismann um hann heldur at tað er rætt og rímiligt at ein umsøkjari skal bíða í meiri enn eitt ár eftir at fáa eitt ummmæli úr innlendismálaráðnum upp á eina umsókn um longt arbeiðsloyvi.
Hann hevur als ongar viðmerkingar.
Hann sigur, at tað situr ein bólkur og útgreinar útlendingamálið og fyrrenn hann er liðugur, ger hann ikki fleiri viðmerkingar til útlendingamálið.
Hann vil heldur ikki siga um hann heldur at tað kann góðtakast at tað skal taka innlendismálararáðnm eitt heilt ár at viðgera eina umsókn.
Landsstýrismaðurin sigur, at innlendismálaráðið er í fer við at útgreina útlendingapolitikkin og fyrrenn tað er liðugt, ger hann ikki fleiri viðmerkingar.
Hann sigur, at at útgreiningin skal stinga út í kortið, hvønn útlendingapolikk, vit skulu hava í Føroyum, um málið skal yvirtakast ella ikki, o.s.fr.
? Viðvíkjandi útlendingum er spurningurin um integratión, útbúgvingar og um, hvussu teir liva og virka saman við føroyingum.
Jógvan við Keldu heldur, at tað er er umráðandi at gera hesa útgreiningina lidna, so at vit fáa ein greiðan útlendingapolitikk.