Jógvan við Keldu setir føtur í spenni

Hann krevur at játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús á fíggjarlógini fyri komandi ár skal hækka líka nógv, sum játtanin til Landssjúkrahúsið hækkar

Fíggjarlógin 2004

Játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús skal hækka líka nógv prosent, sum játtanin til Landsjúkrahúsið hækkar.
Tað er kravið hjá Jógvani við Keldu, løgtingsmanni.
Hann er sjálvur limur í samgonguniu, men nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerðar, hevur hann gjørt púra greitt, at hann kann undir ongum umstøðum góðtaka, at játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús hækkar minni í prosentum enn ætlanin er, at játtanin til Landssjúkrahúsið skal hækka.
Hann sigur, at hann hevur fingið upplýst úr samgonguni, at ætlanin er, at játtanin til Landssjúkrahúsið skal hækka eina ávísa upphædd. Hinvegin er ætlanin at játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús skal standa í stað og at játtanin til Suðuroyar Sjúkrahús skal lækka.
? At játtanin verður nullstillað, er tað sama um ein lækking, tí bæði lønir og prísir annars, fara upp hvørt ár.
Men hetta góðtekur samgongutingmaðurin úr Klaksvík ikki og tað ætlar hann at gera vart við beinanvegin.
Sostatt stillar Jógvan við Keldu seg í raðið av tingmonnum úr samgonguni, sum ikki taka undir við fíggjarlógini.
Men enn hevur hann kortini ikki hug at tosa við stórum stavum.
?Eg ætli at gera vart við mína støðu beinanvegin, og lat okkum fyrst síggja, hvussu leikur ferð, áðrenn eg sigi nakað um, hvat eg fari at gera, sigur hann.
? Tað kemur tíðin at vísa, hvat eg geri, sigur hann.

Avmontera smáu sjúkrahúsini
Hann sigur, at hvørt einasta ár er støðan tann, at Landssjúkrahúsið við jøvnum millumbilum fær eykajáttanir ímeðan lyndi altíð eru til at halda aftur við játtanum til tey smærru sjúkrahúsunum.
? Vit hava eina lóg sum sigur, at tað skulu vera trý sjúkrahús í Føroyum. Men soleiðis, sum fíggjarlóginar hesi seinastu nógvu árini hava verið, verða tey smáu sjúkrahúsini avrættað spakiliga, men trygt.
?Hvørt einasta ár er støðan tann, at játtanirnar til tey smáu sjúkrahúsini hækkar lutfalsliga minni enn játtanin til Landssjúkrahúsið, og tað tykist aftur at verða ætlanin komandi ár.
Jógvan við Keldu er vísur í, at tað er tann miðvísa ætlanin hjá samgonguni at taka tey smáu sjúkrahúsini av so líðandi. Men einum slíkum samgongupolitikki kann hann undir ongum umstøðum stuðla, sigur hann.
Hann vísir á, at Suðuroyar Sjúkrahús er bygt út fyri einar 80 milliónir seinastu árini.
? Sostatt eru karmarnir góðir og teir skulu fyllast út við læknum og helst eini sergrein afturat, fyri at lokka ein yvirlækna at søkja arbeiði har.
Jógvan við Keldu ivast í, hvussu rætt tað er, tá ið sagt verður, at tað er so trupult at fáa læknar á tey smáu sjúkrahúsini.
?Spurningurin er, hvussu nógva orku tey leggja í at fáa læknar á tey smáu sjúkrahúsini. Ongin tímur at søkja eitt starv, har tað hálvavegna liggur í luftini, at tað verður niðurlagt um stutta tíð.
Jógvan við Keldu heldur avgjørt, at ein sergrein eigur at verða skipað á Suðuroyar Sjúkrahúsi fyri at fáa serlæknar at støðast.
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er støðan tann, at 2,6 milliónir vórðu skarvaðar av játtanini í fjør.
? Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er ortopedi og har vita við, nágreiniliga, hvat hvør skurðviðgerð kostar. Játta vit eitt ávíst krónutal minni, vita vit nágreiniliga, hvussu nógvar skurðviðgerðir vit kunnu gera færri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Má takast upp í samgonguni
Jógvan við Keldur heldur avgjørt, at samgongan eigur at taka spurningin um tey trý sjúkrahúsini upp.
Hann vísir eisini til tey ótryggu viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum, har ósemja um leiðsluna javnan stinga seg undan kavi.
? Tað er lítil nytta at blíva við at hækka játtanina til Landsjúkrahúsið, uttan at vit fáa vissu fyri, at tað fer at virka betri so at vit fáa nakað fyri pengarnar. Hetta er at kasta góðan pening eftur vánaligum peningi,sigur Jógvan við Keldu.