Jógvan við Keldu er klárur at loysa av í landsstýrinum Enn er ikki greitt, hvat Fólkaflokkurin fer at gera, nú Jóannes Eidesgaard, løgmaður, hevur koyrt Jacob Vestergaard, landsstýrismann til hús.
Skuldi tað hent, at Fólkaflokkurin setir annan mann í landsstýrið, so er Jógvan við Keldu, løgtingsmaður, til dystin fús.
Norðlýsið endurgevur Jógvan við Keldu fyri at siga, at hann er klárur at fara aftur í landsstýrið, um hann fær eina áheitan frá Fólkaflokkinum um tað.
Jógvan við Keldu hevur fyrr umsitið innlendismál.










