Jógvan við Keldu fyllir 75

Fyrrverandi politikari heldur dagin við sangløtu í Betesda

Í dag fyllir Jógvan við Keldu í Klaksvík 75 ár. Kring landið er Jógvan best kendur sum politikari – serliga sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, men eisini sum løgtings- og landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin.

Jógvan við Keldu er klaksvíkingur við stóra K. Foreldrini vóru Gigga og Theodor við Keldu – hon ættað av Kirkju, men uppvaksin á Viðareiði, og hann ættaður úr Leirvík. Tá ið Jógvan var smádrongur flutti hann saman við familjuni norður á Garðar í Klaksvík, og har hevur hann búð síðani. Jógvan við Keldu giftist í 1965 við Betty Skaale av Toftum. Tey bygdu niðanfyri hjá Giggu og Theodor. Betty og Jógvan eiga trý børn: Gun­vá, Pætur og Tóra, sum øll búgva í Klaksvík.

Í seksti og sjeyti árunum og fram til áttati árini var Jógvan við Keldu virkin vinnulívsmaður. Hann hevði søluumboð og heilsølu, og hann skipaði fyri skeiðum og vørumessum og gav eitt skifti Handilstíðindi út.

Í 1970 stillaði Jógvan við Keldu fyrstu ferð upp í politikki. Tað var á kommunuvalinum í Klaksvík, har hann varð valdur á fólkaflokslistanum. Í 1981 varð hann borgarstjóri í Klaksvík og sat í átta ár. Hann tók við aftur í 1993 og var borgarstjóri átta ár afturat. Hann var samanlagt borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu í 16 ár, og tað er framvegis met í kommununi.

Jógvan við Keldu var valdur í løgtingið í 1988. Í fyrsta umfari sat hann har í tvey ár. Hann var valdur aftur í løgtingið í 1998 og sat fram til 2008, tá ið hann ikki stillaði uppaftur. Frá 2004 til 2005 var hann landsstýrismaður í innlendismálum. Jógvan við Keldu hevur eitt nú verið limur í Norðurlandaráðnum og formaður fyri stýrið á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Tónleikur hevur verið týðandi partur av lívinum hjá Jógvani við Keldu. Síðani hann var ungur maður hevur hann nýtt sínar musikalsku gávur í samkom­uni í Betesda. Hann hevur komponerað, sett út og yrkt. Í meira enn 40 ár hevði hann ábyrgdina av Betesdakórinum, og hann stjórnar framvegis kórinum 17 sangarar.

Í sambandi við 75 ára føðingardagin hjá Jógvani við Keldu verður serlig sangløta í Betesda í Klaksvík í kvøld kl. 19.30, har Ebenezerkórið, Betesdakórið og 17 sangarar fara at syngja. Eftir sangløtuna verður hugnaløta við drekkamunni.