Jógvan við Keldu fer úr dreymastarvinum

Eftir 16 ár sum borgarstjóri fer Jógvan við Keldu úr starvinum á nýggjárinum. Hann hevur vant seg við tankan um at fara frá, men hann kundi hugsa sær at komið aftur í starvið

Á nýggjárinum fer Jógvan við Keldu frá sum borgarstjóri í Klaksvík.

Seinastu 20 árini hevur hann verið borgarstjóri í 16 ár, og hann hevur sitið við leiðsluni í Klaksvík kommunu, meðan samfelagið fór ígjøgnum gyltu áttatiárini og lemjandi kreppuárini fyrst í nítíárunum.

56 ára gamli Jógvan við Keldu er ein royndur politikari. Hann kom í býráðið á fyrsta sinni í 1971, og nú hann fer úr borgarstjórasessinum er hann eisini løgtingsmaður.

- Undan valinum vóru tekin um, at summir býráðspolitikkarar vildu hava broyting í leiðsluni, og tí hevði eg fyrireikað meg uppá, at eg møguliga ikki koma at sita í hesum sessi næstu fýra árini, sigur Jógvan við Keldu.

Hann situr á skrivstovuni hjá sær í býráðshúsinum, har hann seinastu dagarnar hevur ruddað, so eftirmaðurin kann flyta inn á nýggjárinum.

- Eg hevði gjarna viljað fingið ein setu afturat sum borgarstjóri, men tá valið var av, var ein nýggj samanseting longu klár at taka yvir, og tað góðtaki eg. Eg fari eydnusamur og væl nøgdur úr starvinum, sigur hann.


Byrjaði við almennum skrivi

Politiska karrieran hjá Jógvan við Keldu byrjaði í 1970, tá hann gjørdi vart við seg í eini almennari áheitan til sóknarstýrið í Klaksvík. Evni í skrivinum, sum stóð í Norðlýsinum í august mánaði, var ætlaða svimjihøllin í Klaksvík, sum tað manglaðu pengar til at byggja.

Jógvan við Keldu mælti til, at borgarar, virkir og stovnar í kommununi vóru við til at fíggja nýggju svimjihøllina, tí tað bar ikki til bert at krevja av teimum ráðandi.

Eftir at skrivið hevði verið í Norðlýsinum, ringdi formaðurin í Fólkaflokinum, Hákun Djurhuus, til Jógvan og spurd hann, um hann vildi stilla upp á næsta sóknarstýrisvalinum. Hesum noktaði tann 26 ára gamli Jógvan við Keldu fyri. Men Hákun Djurhuus lat sær ikki lynda, og triðja dagin hann ringdi til Jógvan, gav hann eftir.

Jógvan við Keldu varð uppstillaður fyri Fólkaflokkin og kom í sóknarstýrið sum triðji valdi.

- Eg sat næstu fýra árini saman við monnum sum Páll á Dul, Asbjørn Joensen, Trygva Laksafoss og Hansy Jacobsen, so eg hevði góðar lærumeistarar, sigur Jógvan við Keldu, sum eisini sat saman við Kára Kjelnes og Olvheðin Jacobsen av yngra ættarliðnum.

Jógvan stillaði ikki upp á næsta valinum í 1975, men í 1980 varð hann aftur valdur í býráðið, og við ársbyrjan í 1981 gjørdist hann fyrstu ferð borgarstjóri í Klaksvík.

Hann sat næstu átta árini í hesum sessi. Síðani var hann burtur frá býráðspolitikki fýra ár - stillaði ikki uppaftur - men kom aftur í býráðið í 1992 og gjørdist borgarstjóri frá ársbyrjan í 1993.

Nú Jógvan við Keldu skal lata borgarstjórasessin frá sær, er hann tann politikarin, sum hevur sitið longst sum borgarstjóri í Klaksvík - samanlagt í 16 av seinastu 20 árunum.

- Hetta hevur verið ein ómetaliga spennandi og mennandi tíð, men tað hevur eisini verið slítandi, sigur hann.


Tann ringasti dagurin

Jógvan við Keldu heldur, at áttatiárini hava ov ringt orð á sær, tí fólk bara tosa um lántøku, og ikki hvat kom burtur úr hesi tíðini.

- Tá vit komu til í 1981 var alneyðugt við nógvum íløgum, og Klaksvík broyttist fullkomiliga næstu árini. Vit fingu góðar útstykkingar, vegirnir vórðu gjørdir í betri stand, gøtuljós vórðu sett upp og so víðari. Nógv av tí, sum Klaksvík dúvar upp á í dag, varð gjørt í 80'unum, sigur Jógvan við Keldu.

Fyrst í nítiárunum rakti kreppa Føroya land, og hon merktist eisini í Klaksvík. Jógvan við Keldu kom til aftur sum borgarstjóri í 1993 - júst tá kreppan leikaði harðast á. Og tað var eisini í hesum árinum, at hann hevði sín ringasta dag sum borgarstjóra.

- 9. februar vórðu vit noydd at siga nógvum fólki upp, og tað var ein ómetaliga tungur og trupul dagur fyri meg. Men har var einki at gera. Inntøkan hjá kommununi fór eftir fáum árum úr 82 og niður í 52 milliónir krónur, og tí mátti sparast. Hesin myrki dagurin kemur at merkja meg, so leingi eg livi, sigur Jógvan við Keldu.

- Tað sigur eisini eitt sindur um álvarsomu støðuna, sum var tá, at eingi gøtuljós brunnu í Klaksvík næstu tvey árini.

Síðani 1993 hevur gingið støðugt fram hjá Klaksvíkar kommunu, sum hevur havt vaksandi inntøku á hvørjum ári síðani. Í dag er inntøkan um 90 milliónir krónur.


Klaksvík kom á føtur aftur

Er tað ein serligur dagur, sum fráfarandi borgarstjórin kann peika á sum tann versti, so eru tað fleiri hendingar, sum hann dregur fram sum góðar.

- Nakað av tí besta, sum eg havi upplivað, meðan eg havi verið borgarstjóri, var tá Klaksvík menti seg aftur eftir kreppuna í 90'unum. Tað var ótrulig at uppliva, hvussu fólk stóðu saman um at fáa skipini, bátarnar og virkini í gongd aftur, sigur Jógvan við Keldu.

- Vinnulívsfólk, fakfeløg, politikarar, ja, øll tóku saman hendur fyri at fáa Klaksvík á føtur aftur, og tað eydnaðist eisini. Eg minnist, at ein bankastjóri segði, at Klaksvík fór at koma skjótt yvir kreppuna, tí soleiðis var fólkið her, og tað passaði eisini.

Frá stórum hendingum í fortíðini, er Jógvan við Keldu eisini til reiðar at tosa um framtíðina. Hann heldur, at tvær sera spennandi avbjóðingar eru fyri framman. Onnur er slóbrótandi verkætlanin Undir Kráarbrekku, sum er ein nýhugsan á eldraøkinum, og hin er sjálvandi undirsjóvartunnilin um Lorvíksfjørð.

- Um vit bera okkum rætt at, hava vit ein undirsjóvartunnil um fimm ár, og tá er tað umráðandi, at handilslív, vinnulív og fólk annars eru til reiðar til stóru avbjóðingina, sigur hann.

Jógvan við Keldu hevur lagt stóran dent á samstarvið við vinarbýirnar í Norðurlondum, og ein tann seinasta almenna uppgávan hjá honum var í síðstu viku, tá hann var til vinarbýarstevnu í Odense. Klaksvík er partur av vinarbýarketu millum Odense, Norrkøping, Trondhjem, Tampare og Kópavág, og samstarvað verður á mentanarliga, vinnuliga og skúlaøkinum.


Familjan fingið frið

Um eina viku verður Jógvan við Keldu ikki borgarstjóri í Klaksvík longur, og so eru tað mong sum spyrja seg, hvat hann ætlar at takast við framyvir.

- Eg eri limur í løgtinginum, og tað arbeiðið ætli eg mær framhaldandi at passa. Fyrstu mánaðirnar ætli eg mær ikki at takast við annað. Eg ætli at hvíla meg eitt sindur, áðrenn eg fari í holt við nakað. Mær dámar væl at lesa og at ganga í náttúruni, og tað verða tað helst betri stundir til komandi tíðina sigur Jógvan við Keldu.

- Eg havi fleiri hugskot, bæði tá tað kemur til tónlist og til vinnulív, men tað er ov lítið ítøkiligt til at siga meira um tað júst nú, sigur hann.

Jógvan við Keldu er serstakliga fegin um, at gjøgnum øll hansara ár sum borgarstjóri, hevur familjan ongantíð verið útsett fyri keðiligum hending orsaka av hansara starvið.

- Hóast tað gjøgnum so nógv ár kunnu spyrjast nógvar ósemjur upp, so hevur familjan hjá mær ongantíð havt trupulleikar av hesum, og tað vísir ein moral og eitt støði hjá klaksvíkingum, sum eg eri bæði fegin um og stoltur av, sigur hann.

Jógvan við Keldu ætlar sær framhaldandi at búgva og virka úr Klaksvík.

- Eg havi ferðast nógv kring heimin, men fyri meg verður Klaksvík altíð perlan, har eg ynski at verða, sigur hann.

Men hóast hann er klaksvíkingur, gerst hann firtin, tá hann verður lagdur undir at mótarbeiða Havnini.

- Eg arbeiði fyri Klaksvík og ikki ímóti nøkrum, og tí er tað órættvíst at leggja meg undir at arbeiða ímóti Havnini, sigur hann avgjørdur.

Tey 16 árini sum borgarstjóri í Klaksvík hava ikki fingið hann at missa hugin fyri býráðspolitikki. Hann skal næstu fýra árini verða í minniluta, men hann hugsar eisini longur fram í tíðina.

- Havi eg lív og heilsu, so hevði mær dámt væl at sloppið fram at aftur borgarstjórasessinum seinni, sigur drúgvasti borgarstjórin í Klaksvík, sum nú fer úr dreymastarvinum.