Eldraøkið verður óivað ein av heilt stóru uppgávunum hjá komandi bý- og bygdarráðum. Tað er júst eldraøkið, ið stendur fremst í røðini av komandi kommunaluppgávum - millum núverandi landsuppgávurnar.
Ein bólkur undir Innlendisráðnum arbeiðir í løtuni við einari ætlan at umskipa fleiri av landsuppgávunum til kommunurnar at røkja.
Landsstýrismaðurin í kommunumálum, Jógvan við Keldu, sigur, at eldraøkið stendur á breddanum hjá bólkinum, men eisini onnur øki ger arbeiðsbólkurin sínar metingar um. Eisini barnaverndar øki, sum vit áður hava umrøtt í Tinghelluni, verður flutt út til kommunurnar. Har verður í øllum førum neyðugt hjá kommunum at samstarva, um kommunalu eindirnar ikki eru størri enn 1.500 fólk - ella í serliga førum 1.000 fólk.
Skúlaøkið er ikki við arbeiðinum hjá bólkinum eins og onnur øki, sum einaferð í framtíðini kunnu hugsast at gerast uppgávur hjá kommunum.
Fíggingin torfør og ógreið
Barnaansingin er vorðin kommunalt mál, og tann fíggjarligi parturin er eisini avgreiddur. Men tað verður ikki eins einfalt við eldraøkinum, heldur Jógvan við Keldu.
Metingarnar skulu gerast um tørvin á ellisheimum og øðrum í sambandi við alt eldraøkið.
? Arbeitt verður við at fáa greiðu á, hvussu vit best røkja hetta økið í framtíðini, sigur Jógvan við Keldu.
Og fleiri pengar fylgja við ábyrgdini, leggur Jógvan við Keldu dent á. Áður umrøddi arbeiðsbólkur skal gera tilmæli um, hvussu skattainntøkur skulu býtast fyri at fáa kommunum neyðugu pengarnar til vega.
Jógvan við Keldu dugir ikki at siga í skrivandi stund, hvussu skattabýtið millum land og kommunur fer at verða skipað. Fleiri møguleikar eru. Eitt nú kann tað hugsast, at kommunuskatturin verður progressivur - eins og landsskatturin er í løtuni. Jógvan við Keldur avvísir ikki, at talan kann gerast um eina munandi broytta skattaskipan.
Landsstýrismaðurin sigur seg rokna við, at arbeiðsbólkurin verður liðugur um ársskiftið.
Einki tvang
Ein fortreyt fyri, at kommunurnar kunnu taka við fleiri uppgávum er samanleggingar ella samstarv millum kommunur.
Jógvan við Keldu leggur dent á, at tað ikki er politiskur vilji at leggja at tvinga kommunur at leggja saman. Tískil kemur tað als ikki upp á tal. Landsstýrismaðurin í kommunumálum heldur ikki, at tað verður nakað trupulleiki at fáa kommunur at leggja saman.
? Rákið í løtuni er at leggja saman. Kommunurnar eru nú 34 í tali, og tað er ein stór minking upp á stutta tíð. Tað er bert ein kommuna við færri enn fimmti íbúgvum, og tvær kommunur hava 3-5.000 íbúgvar, sigur Jógvan við Keldu.
Hann kennir seg sannførdan um, at hendan gongdin fer at halda fram.