Jógvan viðgerð vísmannafrágreiðingina

Sonevnda vísmannafrágreiðingin um framtíðar avbjóðingar hjá norðurlendska samstarvinum verður í hesum døgum viðgjørd í Helsingfors í Finnlandi. Jógvan við Keldu, tingmaður, umboðar Føroyar á fundinum

Í gjár varð fyrsti felags fundurin settur millum norðurlendsku samstarvsráðharrarnir og formansskapin í Norðurlandaráðnum um sokallaðu vísmannafrágreiðingina. Fundurin verður hildin í Helsingfors í Finnlandi.

Vísmannafrágreiðingin er ein frágreiðing, sum viðger framtíðar skipanina av norðurlendska samstarvinum. Frágreiðingin varð løgd fram á Norðurlandaráðsfundinum í Reykjavík seinasta heyst.

Tingmenninir, Jógvan við Keldu og Dan Reinert Petersen, sum eru umboð føroyinga í Norðurlandaráðnum, hava ynskt at vera við á fundinum. Hetta er játtað teimum. Teir hava eygleiðarastøðu í formansskapinum við møti-, talu- og uppskotsrætti.


Tingnevndirnar uppí

Vísmannafrágreiðingin leggur upp til enn størri samstarv í Norðurlandaráðnum, og í hesum sambandi kemur hon við nøkrum víðfevndum uppskotum um, hvussu samstarvið skal broytast.

Millum annað skjýtur vísmannabólkurin upp, at tingnevndirnar hjá einstaku tingunum verða drignar meira upp í arbeiðið hjá Norðurlandaráðnum. Og tað er millum annað hetta uppskot, ið skal viðgerast á fundinum, har Jógvan við Keldu umboðar Føroyar.

Roknað verður við, at viðgerðin av Vísmannafrágreiðingini fer at halda fram til Norðurlandaráðsfundin, sum verður í Keypmannahavn í Oktober.

Jóannes Dalsgaard frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum umboðaði Føroyar í vísmannabólkinum, sum gjørdi Vísmannafrágreiðingina.