Í desember mánaði fer Jógvan Hansen at ferðast kring Ísland saman við øðrum sangarum og halda jólakonsertir.
”Jólin alls staðir” kalla tey konsertrøðina, ið byrjar 3. desember og heldur fram til 19. desember.
Talan er samanlagt um 20 konsertir, sum allar verða hildnar í kirkjum. Lagt verður fyri Kópavogskirkjuni og seinasta konsertin verður í Keflavíkurkirkju. Konsertir verða eisini á Akranesi, Egilsstøðum, Selfossi, Ísafjørðinum, Borgarnesi og aðrastaðni.
Umframt Jógvan Hansen syngja eisini Fríðrik Ómar, ið Jógvan hevur samstarvað nógv við seinnu árini, Greta Salóme og Heiða Ólafs. Tey syngja bæði hátíðarligan og lívligan jólatónleik.