Jógvan velur ikki Jógvan

Tað verður tosað álvara, tá Jógv­an Ósa í Álvaratosi hjá Ják­upi Magnussen setur navn­an, Jógvan á Lakjuni upp á pláss í almennum les­ar­a­brævi. Jógvan Ósá hevur ikki dult fyri, at hann er fólk­a­floks­mað­ur eins og Jógvan á Lakj­uni, men hann fer ikki velja Jógvan á Lakjuni á ting – tí Jógvan á Lakjuni held­ur, at Jógvan Ósá, eins og Ják­up Magnussen, Heri Jac­ob­sen og Elin Michelsen – er ó­ment­aður.

– »Álavaratos« er eftir mín­um tykki ein primitiv og tend­en­s­i­øs sending, segði Jógv­an á Lakjuni í blaðum mán­a­dagin.
Hann heldur, at Jákup Magn­us­sen bara velur panel­lut­tak­ar­ar, sum halda tað sama sum hann.

– Før­oy­ingar eru tí­verri sam­bært lóg noydd­ir at gjalda í dýr­um dóm­um fyri Kring­varp Før­oy­a, sum átti at ver­ið ein ment­an­ar­st­ovn­ur. Men eg má siga, at eg øt­ist inn á ta ó­ment­an, sum hes­in stovn­ur í dag loyv­ir, og eg haldi, at hann í fleiri førum ar­beið­ir beint í­móti sín­øum end­­­a­­máli, segði Jógv­­an á Lakjuni.
Men Jógvan Ósá legg­ur ikki fingr­ar­nar í­mill­um í sín­um svari:

– Mangan er skotið mær í skógv­ar­nir í »Álv­ar­a­tos«, at eg eri fólka­floks­mað­ur. Og havi eg ong­an­tíð nokt­að fyri tí. Men eg havi sagt, at eg ikki altíð eri samd­ur við tær og Jørg­in Niclasen o. s. fr.

Kanska var hettar skrivað av tær fyri at skora nakr­ar at­kvøð­ur. Kundi hent, tað bleiv umvent. Í hvussu so er fær tú ikki mína at­kvøðu aftan á hettar esils­spark­ið, sigur Jógvan Ósá.