Bogaskjóting
Verður tosað um doping innan bogaskjóting, er ofta aloftast, tí íðkarar hava nýtt metadon, ið mest sum doyvir nervarnar, sum annars kunnu vera upp til eina kapping.
Og verður hugt at kappingum í face-to-face skjóting, so er eisini skilligt, at eitt sindur av nervastillandi heilivági kann vera freistandi. Í øllum førum um tú ert ein av teimum, sum ristist á hondunum, tá mest stendur á.
Men soleiðis er ikki við Jógvani Niclasen. Teir báðar seinastu oyggjaleikirnar hevur Jógvan skotið seg til gull í bæði FITA-rundu og face-to-face. Týsdagin varð hann eitt stig ov stuttur til at endurvinna FITA-runduna, men í gjár beyð ikki bøtur.
Jógvan var snøgt sagt ísakaldur, tá mest stóð á í finaluskjótingini. Móti Ametller Taltavull av Mernorca legði Jógvan seg alt fyri eitt á odda, og so helt hann bara fast um og útbygdi munin, sum at enda gjørdist seks stig.