Klaksvíkingurin Jógvan Hansen, sum er búsitandi í Reykjavík, skal aftur í ár royna seg í Eurovision-kappingini í Íslandi. Jógvan hevur áður staðið seg væl í kappingini, men hann hevur ikki vunnið hana – enn.
- Eg havi onkuntíð sagt, at eg haldi fram at luttaka í Grand Prixnum, til eg havi vunnið, og í øllum førum fari eg at geva tí ein kjans afturat í ár, sigur Jógvan.
Hesaferð luttekur hann í kappingini saman við songkvinnuni Stefanía Svarvsdóttir, sum hann skal syngja sangin Til Tín saman við.
- Nú eru allir sangirnir almannakunngjørdir, og eg haldi sjálvur, at okkara sangur er í betra endanum. Eg forvænti, at vit verða millum tey fremstu, men eg dugi ikki at siga, um vit fara at vinna ella ikki, sigur Jógvan.
Syngja í Harpuni
Íslendska Grand Prixið verður hildið við tveimum innleiðandi kappingum, har ávíkavist seks og sjey sangir luttaka. Onnur kappingin er í kvøld, og hin er í annaðkvøld. Tríggir sangir koma víðari frá hvørji innleiðandi kapping til finaluna, sum verður næsta leygarkvøld.
Allar kappingarnar verða hildnar í stásiligu Harpuni, nýggja mentanarhúsinum í Reykjavík, og íslendska sjónvarpið sendir frá øllum kappingunum. Til ber at stroyma íslendskt sjónvarp á adressuni ruv.is.