Jógvan syngur í íslendska Grand Prixnum

Leygarkvøldið verður annað innleiðandi umfar í Eurovision sangkappingini í Íslandi. Fyri viku síðani luttók føroyska songkvinnan Kristina Bærendsen sum solistur í kappingini, men hon kom ikki víðari í finaluna.

Leygarkvøldið verður enn ein føroyskur sangari á pallinum í íslendsku Eurovision kappingini, men hesaferð ikki í eins stórum leikluti. 

Jógvan Hansen verður ein av kórsangaranum, tá ið Friðrik Ómar Hjørleifsson fer at framføra sangin »Hvað ef ég get ekki elskað«. 

Jógvan Hansen og Fríðrik Ómar hava samstarvað nógv um tónleik seinastu árini, og teir hava millum annað givið tónleik út saman. 

Omanfyri ber til at hoyra sangin hjá Friðrik Ómar.