Í kvøld kann føroyska poppstjørnan í Íslandi, Jógvan Hansen, upplivast í Klaksvík.
Jógvan Hansen hevur seinnu árini verið búsitandi í Íslandi, har hann virkar sum tónleikari. Hetta vikuskiftið vitjar hann heima í Klaksvík, har hann verður við í sending hjá Rás2 og fer at hava konsert.
I kvøld frá kl. 20.00 verður Jógvan Hansen gestur í nýggju Rás2-sendingini Leygarkvøld í Klaksvík. Við Jógvani í Føroyum er eisini íslendski tónleikarin Vignir Snær Vigfússon, og teir framføra nakrar sangir live.
Seinni í kvøld, kl. 22.00, hava Jógvan og Vignir Snær konsert í Spaniastovu í Klaksvík.










