Samrøða
Um nakrar vikur flyta Jógvan Sundstein og konan, Lydia, niður til Danmarkar at búgva. Hjúnini, sum bæði eru farin um tey sjeyti, hava keypt sær eina hugnaliga íbúð í býnum, Holdbæk, har dóttir teirra býr saman við manni og trimum børnum. Jógvan og Lydia eiga tilsamans trý børn; elsti sonurin, ið gjørdist blindur sum sjey ára gamal eftir eina skurðviðgerð, býr í Grindsted á Jútlandi og yngsti sonurin, sum eisini er giftur og eigur trý børn, býr í Keypmannahavn.
Seinastu 20 árini hevur einki av børnunum búð í Føroyum og tann, ið hevur verið longst burtur, er Hans Pauli, sum flutti niður til Danmarkar at búgva um 20 ára aldur. Hans Pauli er í dag 47 ára gamalur. Hóast hann hevur verið blindur, síðan hann vaknaði upp eftir skurðviðgerðina, er Hans Pauli kønur innan teldutøkni.
Keypt íbúð
- Vit hava ikki ásett dagin, tá ið vit flyta, men tað verður helst ein av fyrstu døgunum í apríl.
Spurdur, um hann og konan leingi hava umhugsað at flyta niður til Danmarkar at búgva, sigur Jógvan.
- Nei, tað hava vit ikki. Hetta hevur verið uppi og vent av og á, men síðan er ikki meira hent. Vit tóku avgerðina í heyst, tá ið vit vóru í Holdbæk og ferðaðust hjá dóttrini. Á ferðini komu vit fram á eina serstakliga hugnaliga íbúð, sum vit fullu fyri. Vit keyptu íbúðina og eru nú í ferð við at selja húsini, vit eiga her heima.
Jógvan ásannar, at tað hevur verið viðvirkandi til endaligu avgerðina, at øll børnini búgva í Danmark.
- Vit flyta niður, og ætlanin er ikki at koma heimaftur til Føroya at búgva. Tað merkir tó ikki, at vit ikki koma heimaftur at ferðast, tí ferðamøguleikarnir millum londini eru so góðir í dag.
Jógvan og Lydia hava búð í umhvørvinum úti í Skákinum í Grønlandi heilt síðan 1964, tá ið hann eftir lokna útbúgving kom heimaftur til Føroya at búgva.
- Og her, sum vit búgva nú, hava vit búð síðan 1973, sigur hann.
Samskiftismøguleikar
Spurdur, um avgerðin at flyta av landinum, var tung at taka hjá honum og konuni, sigur Jógvan:
- Jú, tað er tungt at skula taka eina slíka avgerð, men tá ið hon er tikin, venur tú teg við, at soleiðis verður.
Sum aktivur í politikki í samfull 24 ár, hevur Jógvan stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, og nú tey gera klárt til at flyta, fegnast hann um, at samskiftis-og kunningarmøguleikarnir eru so góðir.
- Við teirri tøkni, sum er í dag, er einki til hindurs fyri at verða kunnaður og uppdateraður um alt, sum gongur fyri seg, og tað hevur nógv at siga fyri meg, sigur Jógvan.
Nú tey bæði flyta til Danmarkar, verða tey nærri børnunum og abba-og ommubørnunum.
- Vit koma sum nevnt at búgva í sama býi sum dóttirin við manni og trimum børnum, og møguleikarnir at vitja hini bæði børnini verða eisini betur, tá ið vit eru niðri. Eg haldi, at børnunum dámar væl, at vit koma niður at búgva. Tað siga tey í hvussu er, sigur Jógvan læandi.
Hann vísir á, at eftir eitt lagt lív í Føroyum, hava tey sjálvsagt nógv vinfólk og skyldfólk her heima á klettunum.
- Men eg haldi, tey skilja okkum, nú vit flyta niður at búgva, sigur hann.
Gevst ikki
Jógvan Sundstein gjørdist løggildur grannskoðari ? ella statsautoriseraður revisor, sum tað verður rópt á donsum ? í 1962, og í fleiri ár stóð hann á odda í egnari grannskoðarafyritøku, sum seinni fekk heitið, Inpact. Fyri fáum árum síðan gavst hann við hesum virksemi, ið Jógvan Amonsson, sum eisini er løggildur grannskoðari, tók yvir.
Seinastu árini hevur Jógvan saman við soninum, Eivindi, rikið felagið, JSS Consult, ið fæst við ráðgeving og íløguvirksemi.Í Danmark hevur Eivind felagið, Enviro, sum eitt nú fæst við umhvørvi og harímillum reinsiskipanir til vatn. Hansara virksemi er ikki ókent í Føroyum, har kommunur og virkir hava sett upp slíkar reinsiskipanir. Eivind arbeiðir eisini við øðrum verkætlanum, og ein av hesum snýr seg um royking av matvørum, har sleppast kann undan eitrinum í roykinum. Roykingin fer fram á tann hátt, at bert tann reini roykurin ? uttan eiturevni ? er eftir.
Jógvan sigur, at Eivind hevur fingið patent uppá skipanir, sum gera matvøruna nógv reinari og betur.
- Eg vóni, at eg Eivind fara at samstarva nokso nógv í Danmark, og annars er ikki ætlanin at avtaka felagið, JSS Consult, sum vit báðir eru saman um, sigur hann.
Politiska lívið
Jógvan Sundstein varð valdur á ting fyrstu ferð í 1970 og sat øll árini, til hann ikki læt seg stilla uppaftur til valið í 1994.
Hann var løgmaður árini, 1989 til 1991 og fíggjarmálaráðharri árini, 1991-1993, bæði við Atla Dam og Maritu Petersen sum løgmanni.
- Tá ið eg gjørdist løgmaður og seinni fíggjarmálaráðharri, var samfelagið komið í eina rættiliga djúpa kreppu, og vit høvdu eina ógvuliga stóra nettoskuld. Vit sóu okkum noyddar at spara, og tá ið danir so eiggiliga eisini skrúvaðu fyri, slóð hetta fullkomiliga føturnar undan øllum. Tað var búldur omaná sár.
Jógvan heldur ikki, at útlitini í Føroyum eru so døpur í dag, hóast vit merkja eina ávísa kreppu.
- Støðan er ein heilt onnur í dag enn fyrst í nítiárunum. Í staðin fyri at hava eina stóra nettoskuld, hevur samfelagið nú eina stóra nettoogn, og tað kann slett ikki samanberast. Føroyar eru vorðnar nógv meira fjølbroyttar, og vit eru minni bundin av tí, vit fáa aðrastaðni. Ríkisstuðulin er minkaður, og tað merkir, at vit sjálvi hava eina tilsvarandi størri ábyrgd, sum heilt avgjørt kemur at tæna okkum í eini kreppu og í framtíðini annars.
Hann heldur, at vit bæði politiskt, vinnuliga og fíggjarliga eru nógv betur fyri í dag enn fyri 10 árum síðan.
- Vit duga betur at síggja heildina og seta í verk tiltøk, sum kunnu skapa nakað heldur enn sláa føturnar undan okkum. Nú skulu vit stýra við skili og undir teirri ábyrgd, ið liggur á okkum.
Blokkurin
Spurdur, um hann ikki heldur, at spardu miljónirnar í blokkinum høvdu komið væl við í dag, sigur Jógvan:
- Nei, tað besta, sum er hent í føroyskum politikki í mong ár, er skerjingin í blokkinum. Hetta er ein stórsigur fyri samfelagið. Var blokkurin ikki skorin, vóru vit verri fyri í dag og meira heft av øðrum. Tað er ógvuliga stutt skygt at halda, at var eingin niðurskurður í blokkinum, hevði alt lagað seg. Um niðurskurðurin ikki varð framdur, høvdu vit satsað tilsvarandi hægri í dag.
Jógvan sigur seg vóna, at føroyskir politikarar halda fast um niðurskurðin, og heldur minka uppaftur meira um blokkin so hvørt, sum umstøður eru til tess.
- Hetta kemur avgjørt at tæna føroyska samfelagnum best í longdini.
Hann sigur seg harmast um, at samgongan, sum hevur sitið farnu seks árini, ikki helt fram.
- Mær hevði dámt betur, um tann samgongan sat í friði og náðum, helt fast um vunnin rættindi og annars skapti tann stabilitet, sum skal til fyri at røkka tí málið, samgongan setti sær. Nú vit hava eina aðra samgongu, er at vóna, at hon heldur fast um vunnin rættindi og annars fær sum frægast burtur úr, soleiðis sum støðan er.
Jógvan Sundstein leggur at enda dent á, at vit ikki eiga at lata okkum ríva av fótum, um eitt lítið illveður er beint nú.
- Eg eri ikki dapurskygdur, nú vit flyta av landinum, sigur hann at enda.










