TINGHELLA
Jógvan Sundtsein
Nú er uppskot komið í tingið um at gera Føroyar til eitt løgtingsvaldømi. Eg havi nakrar ferðir havt viðmerkingar til hetta mál, men skal kortini fyri seinastu ferð leggja nøkur orð afturat.
Tað er løgtingsformaðurin, sum leggur uppskotið fram, og hóast hann sigur, at hann ger tað fyri seg sjálvan, hevur hann áður sagt, at hann metir seg hava heimild frá formansskapinum til tess, tí hann sum partur av øðrum helminginum av formansskapinum atkvøddi fyri, at uppskotið kundi leggjast fram. Hetta við formannsskapinum er eitt sindur ivasom grundgeving.
Eftir uppskotinum verður bert ein broyting í vallógini, og er hon tann tann, at í staðin fyri val í sjey valdømum av 27-32 tingmonnum skulu í framtíðini veljast 31 tingmenn í einum valdømi. Lógartekniskt ein einføld broyting, men framtíðar ávirkanin kann vera ógvuslig fyri føroyska samfelagið. Lat meg siga beinanvegin, at uppskotið ger, at valskipanin verður lættari at umsita. Tá valið er upptalt er bert at fordeila teir 31 tingmenninar lutfalsliga eftir atkvøðutalinum, og á teim ymsu listunum eftir persónliga atkvøðutalinum. Einki meiri roks við at velja umboð úr ymiskum pørtum av landinum og eingir trupulleikar av at rokna út eyksamandatir. Hokus pokus, alt er greitt ein tíma aftan á at valúrslitið fyriliggur. Einki við fleiri valnevndum, einki við uppstillingum í ymiskum valdømum, einki við valfeløgum hjá flokkunum í hvørjum valdømi sær, øll skipanin verður miðsavnað, bæði viðvíkjandi valfyrisitingini og hjá teim ymisku flokkunum.
Grundgevingar hjá tingformanninum fyri broytingini
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið grundgevur tingformaðurin uppskotið við hesum høvuðspunktum:
1. Nú tekur tað bert ein tíma at koyra millum plássini í 85% av landinum
2. Tað eru og vera færri kommunur í landinum við størri umsiting
3. Broytingar eru í fólkasamansetingini
4. Tað er eitt demokratiskt undirskot í smærri valdømunum, tí tey vita, at nakrir flokkar ikki hava møguleika at fáa mann valdan í tí valdøminum
5. Kvinnuumboðanin á tingi er ov fáment. Tað skuldi veri betur við einum valdømi
6. Lættari hjá einstaklingum at stilla upp uttanflokka
Viðvíkjandi 1
Tað er veruliga eitt framstig, at ferðast kann skjótt millum landspartarnar. Millum annað er tað eitt úrstlit av, at vit av hava havt eitt ting samansett av fólki frá øllum pørtum av landinum. Men harfrá og so at siga, at fólk í Gásadali júst hava somu áhugamál í øllum førum sum tey á Viðareiði, tí at nú er lættari at koyra millum plássini, virkar ikki serliga sannførandi.
Viðvíkjandi 2
Tað eru færri kommunur nú. Tað vera uppaftur færri, og hesar koma at virka betur. Men talið av kommunum, um kommunuskipanin skal hava nakra meining í framtíðini, verður helst eini sjey. Tað svarar framvegis nøkulunda til talið av valdømum, sum vit hava í dag. (Í parantes skal eg nevna, at Kollafjørður helst hevði verið betur farin við eini kommunulegging norðureftir heldur enn við Havnina). Tað er beinleiðis ódemokratiskt at halda, at ein modernisering av kommunuskipanini talar fyri, at Løgtingið skal veljast í einum valdømi. Hetta ber júst í sær, at vandi er fyri, at summar kommunur, og harvið partar av landinum, av valskipanini ikki fáa umboðan í tinginum. Eg síggi í Sosialinum, at fyrrverandi bankastjóri og núverandi formaður í Búskaparráðnum heldur hánt um, at tingið kann gerast eitt sendimannating. Men tað er júst tað, tað skal vera. Bankastjórin hevur misskilt samanhangin. Løgtingið er eitt lóggávuting, meðan administratiónin liggur hjá Landsstýrinum við ábyrgd mótvegis tinginum. Tað skal vera eitt ting mannað við sendiumboðum frá ymisku landspørtunum, vald eftir politiskum hugsjónum og umboðandi politisku flokkarnar. Soleiðis hevur tað verið, og soleiåis er tað í so gott sum øllum øðrum londum. Vit kunnu fara til Íslands, vit kunnu fara til Noregs, vit kunnu fara til Danmarkar, til Bretlands, til USA. So vítt eg veit er einasta undantakið Grønland, og tað er helst eitt ivasmál, hvussuleiðis tað virkar. Nevnast kann til dømis, at Senatið í Washington er mannað við 100 limum. Tveir eru valdir úr hvørjum stati, líkamikið um staturin hevur hálva millión íbúgvar ella hann hevur 25 milliónir. Nú kann onkur sjálvandi siga, hví líkna okkum við tey stóru londini. Eg meini kortini, at prisnsippini framvegis eiga at líkjast.
Viðvíkjandi 3
Fólkasamnsetingin kann sjálvandi hava eina vissa ávirkan á talið av tingmonnum í viðkomandi valdømi. Men høvuðsprinsippið er, at øll valdømini hava umboðan. Við einum ávísum tali av útjavningarmandatum gevur hetta bæði valdømunum og flokkunum eitt “rættari” lutfall. Tað týdningarmesta er kortini, at øll sjónarmið verða hoyrd. Her skal viðmerkjast, at núverandi vallóg, sum varð samtykt í 1978, ikki varð framløgd av táverandi løgmanni í tí samtykta líkinum. Í uppskotinum varð roknað við 25 umdømisvaldum og upp til 5 útjavningarmandatum. Hendan samansetingin hevði havt við sær, at sloppið varð undan nøkrum skeivleikum, sum seinri vístu seg. Undir nevndarviðgerðini kom broytingaruppskot, sum hækkaði talið av umdømisvaldum til 27, og harvið komu møguleikarnir fyri skeivleikum inn. Um núverandi vallóg varð broytt eitt sindur við tveimum ella trimum færri umdømisvaldum og tilsvarandi fleiri eykavaldum vil fólkasmansetingin ikki vera nakað argument fyri at fáa eitt valdømi.
Viðvíkjandi 4
Tað er eitt sera løgið argument, at ein fær eitt demokratiskt undirskot í smærru valdømunum, tí torført er hjá summum flokkum at fáa mann valdan. Allir flokkar hava eins góðan møguleika at royna seg í øllum valdømum, og fólkið velur. Tað demokratiska undirskotið kemur, tá ávísur partur av landinum ikki fær tryggjað sær umboðan. Ein meirilutastøða og meirilutaavgerðir eru partur av demokratisku skipanini, men tá minnilutar ikki sleppa framat við sínum sjónarmiðum, tá er talan um meirilutadiktatur. Og tað kann lætt gerast úrslitið av eini “kommunuvalskipan”, sum hesari, ið tingformaðurin hevur lagt upp til.
Viðvíkjandi 5
Tað er rætt, at kvinnuumboðanin á tingið er ov fáment. Men kvinnur og menn hava sum persónar sama virði. Tí mugu tey eisini kappast á jøvnum føti um at verða vald í tingið. Tað kunnu tey gera eins væl úti í teim ymsu valdømunum sum undir eini sentralstýrdari valskipan. Sum persónar og menniskju eiga øll at vera líka fyri lógini.
Viðvíkjandi 6
Tað er meiri at kalla stuttligt, at eftir nýggja uppskotinum verður tað nógv lættari hjá einstaklingum at verða valdur inn á ting. Eftir núverandi skipan skulu 800 undirskrivtir til fyri at fáa ein nýggjan flokk góðkendan. Og hesin skal hava um leið 3,7 % av samlaða luttakandi atkvøðutalinum fyri at fáa lut í útjavningarmandatunum, um viðkomandi flokkur ikki fær nakran umdømisvaldan. Ein uttanflokkalisti kann stilla upp í einum valdømi, og fær hann ikki umdømisvaldan eru atkvøðurnar farnar fyri skeyti. Eftir nýggja uppskotinum kann einstaklingur stilla upp í einum valdømi, og tað er alt landið. Hann skal bert hava 10 stillarar og nýtist ikki at ómaka sær við at savna 800 undirskrivtir. Um ein slíkur persónur hevur fingið okkurt gott hugskot, og tað líður móti vali, so kann viðkomandi við kreativiteti og nýtslu av fjølmiðlum manipulera fólkahugsanina so mikið nógv, at hann fær um leið 1.000 atkvøður um landið alt, og harvið røkkur teim 3,225 %, sum neyðug vera fyri at koma á ting. Ein og hvør persónur ella felagsskapur kann gera sær dælt av hesum. Eg sigi ikki, at tað verður soleiðis, men møguleikin er til staðar.
Aðrar grundgevingar fyri broytingini
Seinastu dagarnar hava fjølmiðlarnir verið óførir at fá fólk at siga sína hugsan um Føroyar sum eitt valdømi. Útvarpið, Sosialurin, Dimmalætting, Portalurin og hvat alt nú eitur hava havt sera góð evni til at fáa útsagnir frá fólkið, sum øll taka undir við einum valdømi. Tað eru stjórnmálafrøðingar, fyrrverandi bankastjórar, kommunufelagsformenn, onkur týðandi borgarstjóri, fyri bert at taka burtur úr rúgvuni. Gjøgnumgangandi er bert ein grundgeving hjá teim sum úttala seg, og tað er, at nú er tørvur á, at Løgtingið skal føra landspolitikk til frama fyri heildina. Nú má haldast uppat við kommunalpolitikki og lokalpolitikki í tinginum. Eg havi sitið 24 ár á tingi. Tingmenn eru komnir úr ymsum pørtum av landinum og úr ymsum flokkum. Eisini umboðandi ymisk størv, í heila tikið ein fjølbroytt umboðan av Føroya fólki. Summi hava dugað betur enn onnur at málbera seg, onnur duga betur enn onkur annar at fáa arbeiðið at ganga. Nøkur eru semjusøkjandi, onnur eru konfrontatiónssøkjandi, og so mangt annað kann sigast. Men fyri allar flestu hevur verið galdandi, at tey hava roynt at gera sítt arbeiði á bestan hátt, eftir politiskari og hugsjónarligari sannføring, bæði – og eg taki uppaftur – bæði landinum og viðkomandi valdømi til frama. Eg havi ikki upplivað, at nakar tingmaður hevur roynt at fremja nakað til gagns fyri sítt valdømi, sum hevur verið til skaða fyri heildina. Tvørtur í móti hevur verið ein ávís javnvág í útbyggingini av landinum, júst tí umboðanin hevur verið so mikið fjølbroytt. Lat meg takað nøkur fá dømi:
Tunnilsgerðirnar í Suðuroynni og Norðoyggjum frá sekstiárunum og úteftir. Um ikki umboð úr Suðuroynni (P. M. Dam) og úr Norðoyggjum (Hákun Djurhuus) høvdu gjørt seg galdandi, høvdu hesar útbyggingar so verið gjørdar? Og hava hesar verið til nakran skaða fyri heildina? Eg haldi ikki, heldur tvørtur ímóti. Tær hava verið til frama fyri alt samfelagið.
Skip til Suðuroyasiglingina í sjeyti árunum. Tað stóð nógv á at fáa hetta samtykt í 1975. Men til alla lukku eydnaðist tað, hóast teir sum talaðu fyri “heildini” vóru nógv í móti. Men øll heildin kom at njóta gott av hesum og ger tað upp aftur meira nú eitt nýtt skip er komið.
Í heila tikið hava allar útbyggingar bæði beinleiðis lokalt og sambindingarleiðir hjálpt heildini. Hvar vóru vit, um framhaldandi langt var eftir at bíða eftir einum Vágatunnli ella Norðoyatunnli. Hvar var búskaparliga framgongdin og heildarmøguleikarnir í landinum? Og nú er Sandoyartunnilin aftur á breddanum. Aftur ljóðar frá “heildarapostlunum” um, at hetta má útsetast. Hetta minnir meg á, tá so framkomnir búskaparfrøðingar sum Torkil Kristensen saman við øðrum ávaraði í 1978 móti at byggja Stórabeltsbrúgv í Danmark, tí tað var búskaparliga óforsvarligt. Nei tað óforsvarliga liggur í, at, í hesum føri, Sandoyggin, sum týðandi partur av Føroya landi ikki kemur til sín rætt og fær givið sítt íkast til vøkstur av føroyska búskapinum.
Samanumtak
Eg skal ikki troytta við meira. Men enda við at siga, at
1. Føroyar sum eitt valdømi gera valskipanina lættari. Vit fáa nakað sum líkist núverandi kommunuvalskipanini.
2. Nakrir persónar, sum “eru í vanda” fyri ikki at vera afturvaldir eftir núgaldandi skipan, helst kunnu verða valdir eftir nýggju skipanini.
3. Vit fáa eitt Løgting, sum ikki kemur at umboða Føroya land á ein geografisk rættan hátt
4. Demokratiska prinsippið um, at allir partar av landinum hava trygd fyri umboðan verður slept.
5. Nærdemokratiið, sum í dag trívist í teim lokalu politisku feløgunum, heldur uppat, tí uppstillingarnar fara fram sentralt, og sum frá líður uttan ávirkan frá fólki runt um í landinum.
6. Í dag er møguleiki fyri at “vanlig” fólk verða vald í núverandi valdømum. Stórur møguleiki er fyri, at hetta ikki verður møguligt, tá ein tíð er farin, tí alt verður meira og meira politiskt “professionelt”.
7. Politiskir listar við 41 valevnum fyri hvønn flokkin fara fullkomuliga at ørkymla fólk, og einstøku valevnini hava ongan møguleika, eru tey ikki vælkend frammanundan.
Hetta eru nakrar av fylgjunum. Men tað ringasta er, at tað sum nú verður rópt at føra landspolitikk og til gagns fyri heildina, sum frá líður bert verður ein poltitkkur, sum kemur at umfata ein part av landinum, tí tað verður roknað sum “landið” og “heildin”, meðan restin verður útarmað.