Jógvan Sundstein 85 ár

Fyrrverandi løgmaður fylti 85 ígjár

Í gjár, fríggjadagin 25. mai, fylti Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður, 85 ár. Hann og konan, Lydia, búgva nú í Holbæk. Tey eiga trý børn, Hans Pauli, Rutt og Eivind, sum øll búgva niðri.

 

Tað eru fimm fyrrverandi løgmenn, sum framvegis eru á lívi, og Jógvan Sundstein er tann elsti av teimum. Umframt Sundstein eru teir Edmund Joensen, Anfinn Kallsberg, Jóannes Eidesgaard og Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Jógvan Sundstein arbeiddi í Sjóvinnubankanum, gekk á handilsskúla í Keypmannahavn, leyk í 1963 prógv sum ríkisgóðkendur grannskoðari og var fyrsti ríkisgóðkendi føroyski grannskoðarin, sum hevði egið virki í Føroyum.

Í 1970 varð hann valdur á ting fyri Fólkaflokkin í Eysturoyar valdømi. Seinni flutti hann í Suðurstreymoyar valdømi, sum hann umboðaði í løgtinginum, inntil hann í 1994 gavst í politikki.

Jógvan var formaður í Fólkaflokkinum í trettan ár og løgmaður í tveimum samgongum 1989-1990, tá ið tað var neyðugt við ógvusligum politiskum og búskaparligum átøkum fyri at bjarga búskapinum og føroyska samfelagnum, sum var í svárari kreppu.

Tá ið Atli P. Dam í 1991 skipaði samgongu millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin var Jógvan Sundstein fíggjarmálaráðharri. Samgongan helt inntil í 1993.

Jógvan Sundstein var løgtingsformaður 1980-1984, og aftur eitt stutt skifti 1988-1989, áðrenn hann varð løgmaður.