Jógvan Sundstein 75 ár

Sunnudagin 25. mei fylti Jógvan Sundstein 75 ár.

Jógvan var í eina fjórðings øld í politiska andglettinum umframt, at hann var fyrsti føroyingurin, sum í Føroyum arbeiddi sum ríkisgóðkendur grannskoðari.

Jógvan Sundstein er havnarmaður. Foreldrini vóru Hanna Jensen (á Dul) og Hans Sundstein, sum í mong ár var sjómansskúlalærari. Tey fingu seks børn. Jógvan var elstur, og so eru fimm systrar: Margretha (1935), Agnas (1937), Elisabeth (1939), Hanna (1940) og Marjun (1947). Margretha býr niðri, og hinar búgva í høvuðsstaðnum.

Beinanvegin, tá ið Jógvan var liðugur við realskúlan, fekk hann ferilin av, hvussu turbolent tað kann vera í føroyska samfelagnum. Í 1952 gjørdist hann næmingur í Sjóvinnubankanum, sum hevði verið og meðan Jógvan var í bankanum framvegis var í brotastjógvum. Eftir bankaútbúgvigina flutti Jógvan til Keypmannahavnar, har hann í 1958 leyk prógv í HD í roknskapi, og fýra ár seinni tók hann grannskoðaraprógv. Í 1963 varð hannn løggildur grannskoðari.

Í 1964 fór Jógvan Sundstein undir egið grannskoðaravirki í Havnini. Eitt skifti arbeiddi hann saman við Paula Ellefsen, og nógvu tey seinastu árini var tað saman við Jógvani Amondson og øðrum, sum nú eiga grannskoðaravirkið INPACT. Millum aðrar almennar uppgávur, sum Jógvan hevur røkt eru formanssessurin í Føroya Handilsskúla (1972-1989) og álitissessin sum semingsmaður.

Jógvan er føddur í 1933. Hann minnist sostatt væl krígsárini, og longu tá var hann áhugaður í samfelagslívinum og ikki minst tjóðskaparstríðnum. Hann var tíðliga sannførdur fólkafloksmaður, og í 1970 var hann á listanum hjá Eysturoyar fólkafloksfelag til løgtingsvalið. Fleiri útskiftingar vóru á tí valinum, og Jógvan var millum nýggju løgtingsmenninar. Hann umboðaði eysturoyingar í tvey valskeið, og frá 1978 og fram til 1994, tá ið hann ikki stillaði uppaftur, var Jógvan valdur á fólkaflokslistanum í Suðurstreymi.

Eftir ársskiftið í 1975 varð samgonga skipað millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin. Talan var um nýtt samstarv, og Jógvan var saman við Atla Dam og Finnboga Ísakson arkitektur aftanfyri hesa samgonguna, sum setti djúp spor eftir seg á so mongum økjum.

Í hesum samgonguskeiðnum og eisini í áttati árunum mundi Jógvan hava møguleika at gerast landsstýrismaður. At hann rak egið virki, og stóri áhugin og virðingin fyri lóggávuvaldinum mundu vera orsøkir til, at Jógvan helt fram sum tingmaður. 1980-84 og aftur eitt skifti í 1988-89 var Jógvan løgtingsformaður.

Jógvan hevur onkuntíð tikið til, at størsta styrkin hjá honum er, at hann er so bjartskygdur ella optimistiskur, og at hetta eisini er hansara størsti veikleiki. Tá ið Jógvan í 1989 gjørdist løgmaður var neyðugt bæði at vera realistiskur og optimistiskur. Jógvan var stjórnarleiðari í tveimum samgongum 1989-91. Landið var í svárari kreppu, og tað sást aftur í samgongustevinum millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Kristiliga Fólkaflokkin. Tann samgongan sat frá 18. januar og fram til 22. juni í 1989. 22. juni í 1989 varð samgonga skipað millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin. Tann samgongan helt til 15. januar í 1991.

Eftir valið í november 1990 høvdu Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin einsamallir meiriluta í løgtinginum. Kemiin hevði altíð passað væl millum Jógvan og Atla Dam, sála. Áralagið var gott millum fíggjarmálaráðharran Jógvan Sundstein og Atla Dam løgmann í ivaleyst mest turbolenta politiska tíðarskeiðnum í Føroya søgu.

18. januar í 1993 legði Atli frá sær sum løgmaður, og longu tríggjar mánaðir seinni skrædnaði samgongan, og harvið var skeiðið hjá Jógvani í landsstýrinum liðugt. Løgtingsval var 7. juli í 1994, og tá stillaði Jógvan ikki uppaftur.

Jógvan er giftur Lydiu fødd Marsten og ættað úr Klaksvík. Tey búðu í mong ár úti í Grønlandi, men fyri fáum árum síðani fluttu tey til Danmarkar. Tey búgva í Slagelse, har dótturin, Ruth, býr. Lydia og Jógvan eisini tveir synir – Hans Paula og Eivind – sum báðir búgva á flatlondum.

Hóast tey búgva í Danmark, so fylgir Jógvan framvegis væl við í føroyskum samfelagslívi, og ikki so sjáldan ber hann síni sjónarmið fram her í blaðnum. J