Jógvan er vælkendur millum manna sum løgmaður, landsstýrismaður, løgtingsmaður og grannskoðari.
Jógvan er sonur Honnu Jensen (á Dul) og Hans Sundstein. Hann er giftur við Lydiu Marsten úr Klaksvík, og tey búgva í Havn. Børnini eru Hans Pauli, Ruth og Eivind.
Eftir skúlagongd í Havn gjørdist hann bankanæmingur í 3 ár til 1952 og var síðani grannskoðari. Hann tók HD í roknskapi í 1958 og grannskoðaraprógv í 1962. Árið eftir varð hann løggildur (statsautoriseraður) grannskoðari.
Heimafturkomin úr Danmark stovnaði hann sína egnu fyritøku. Í nøkur ár hevði hann fyritøkuna saman við Paula Ellefsen, men vátt kom í reiðrið, og teir fóru hvør til sítt. Seinni hevði hann grannskoðaravirki saman við Jógvani Amundsson, til hann seldi sín part av fyritøkuni.
Mest kendur er Jógvan Sundstein sum politikari. Hann stillaði fyrst upp til býráðsval í Havn og var býráðspolitikari eina nátt, men morgunin eftir vísti tað seg, at onkur annar var valdur.
Í 1970 stillaðu fólkafloksmenn í Eysturoynni hann upp til løgtingsval, og hann varð valdur. Tað gjørdist byrjanin til eitt langt og hendingaríkt politiskt lív. Hann umboðaði Fólkaflokkin í Eysturoynni í 8 ár. Í 1978 stillaði hann upp í Suðurstreymoy og umboðaði Fólkaflokkin í Suðurstreymoy til 1994, tá hann ikki stillaði uppaftur.
Men fyri ta tíð hendi so mangt. Hann var ein av høvuðsmonnunum aftan fyri samgonguna, sum varð skipað í 1974 og aftur í 1978 millum Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin. Hann var løgtingsformaür frá 1980-84 og aftur 1988-89.
Í 1989 gjørdist hann løgmaður í einari samgongu millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Kristiliga Fólkaflokkin. Tann samgongan vardi tó bert til juni mánað sama ár. Jógvan helt fram sum løgmaður í einari nýggjari, ótraditionellari samgongu millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin og røkti hetta starv, til val varð skrivað út í úrtíð í 1990.
Eftir valið varð samgonga skipað millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin, sum einsamallir høvdu meiriluta á tingi. Jógvan Sundstein gjørdist tá landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum var eitt sera krevjandi starv tey árini. Í apríl 1993 helt samgongan millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin uppat, og tey bæði árini, sum Jógvan hevði eftir í politikki, sat hann í andstøðu.
Í samrøðu við eitt blað, sum setti fólki populerar spurningar, svaraði Jógvan Sundstein einaferð tveimum spurningum nakað soleiðis:
- Hvat er tín størsta styrki?
- Optimisma!
- Hvat er tín størsti veikleiki?
- Optimisma!
Og tað var vist væl svarað. Jógvan Sundstein er gjørdur optimistur upp á gott og ilt, og tað hevur stundum verið ein styrki, aðrar tíðir ein veikleiki.