Jógvan Sundstein

Skrivar søgu í dupultan forstand

Klokkan trý, mánadagin 2. juni, inni í hugnaligu dagligstovuni í gomlu íbúðini í Gamla Bókhandli, við útsýni til hugnaliga urtagarðin, Boysensgarður, situr ein kendur Havnamaður og ein av kendastu føroyingum og signerar eitt dokument. Hetta ger hann, samstundis sum hann vinarliga heilsar uppá tey mongu, sum koma framvið hendan merkisdagin. Merkisdagur er tað av tveimum orsøkum; hann rundaði tey 75 árini fyri eini viku síðani og hann hevur skrivað ævisøgu sína í bók, sum varð løgd fram hendan dagin. Ein nøktandi føðingardagsgáva at geva sær sjálvum!


Maðurin er Jógvan Sundstein, sum má sigast at hava nátt lívsins ovastu tindar við tað, at hann bæði hevur verið løgtingslimur, landssýrismaður og løgmaður. Hóast ein lívsleið sum hendan inniheldur nógv spennandi og nærum ótømandi keldur at oysa úr, so hevur eingin føroyskur politikari enn, av teimum, sum hava sitið á ovastu rókunum, givið sína politisku ævisøgu út í bók. Av hesi orsøk skrivar fyrrverandi løgmaður søgu í dupultan forstand. Zakarias Wang, sum stendur fyri úgávuni av bókini, fegnast um hetta, tí við hesum skrivliga verki sínum hevur Jógvan givið eftirtíðini eitt skilagott dokument, sum politiskir søguskrivarar óivað fara at nýta við stórum áhuga. Útgevarin vónar, at hendan royndin hjá Jógvani vil verða ein íblástur hjá øðrum politikarum eisini at skriva sína livssøgu.


Bókin er lætt lesilig og sera áhugaverd, tí hon er ikki einans um “turran” politik, men er eisini ein lýsing av borgarliga lívinum hjá einum manni, sum einaferð var okkara ovasti politiski leiðari, ið mátti taka avgerðir, sum ávirkaði lívi hjá okkum øllum. Eisini hesin maðurin livdi í einum vanligum barna- og ungdómsumhvørvi og kom upp í manndómsárini undir somu korum sum aðrir av hansara landsmonnum.



Bókin hevur eitt framúr sigandi heiti, sum eisini liggur so ómetaliga væl á tunguni: Frá barnaárum ungu til livsins heystartíð. Í bókini greiðir Jógvan frá um sínar ættarfedrar, bæði tá teir fóru ígjøgnum sorgardalin og tá teir sólaðu sær á tindunum. Um barnaheimið ovarliga á Tinghúsvegnum har tað andaði av friði og børnini vóru eitt við náttúruna, sum var teirra spælipláss. Hann greiðir frá hvussu hann minnist kríggsárini sum skúladrongur í Havn. Skrivar um skúlaárini har hann m.a. hevði okkara mæta skald, Hans Andrias Djurhuus, sum lærara. Eisini kemur Jógvan inn uppá lívsins andaligu spurningar, sum kunnu bylgjast inni í lívinum hjá einum unglinga. Hann skrivar um sunnudagsskúla og møtigongd. Um útbúgvingartíðina í Danmark. Um hjúnabandið og familjuna, og tá sjúkan setti síni spor í familjuumstøðurnar.


Hetta og mangt annað, loyvir Jógvan okkum, við bók síni, at síggja inn í av lívi sínum, áðrenn hann dregur teppi frá og vit síggja inn á tann politiska leikpallin, har hann kom at leika stóra partin av sínum manndómi. Hann gevur okkum so statt eina bakgrundsvitan, sum ger, at vit síggja hansara almenna politiska leikpall í einum breiðari sjónarringi. Bókin er verd at lesa og gevur lesarinum nakað at hugsa um og at arbeiða víðari við.


Bókin er 252 blaðsíður. Tær síðstu 13 blaðsíðurnar er navnayvirlit, sum hjálpir lesarinum at finna runt í bókini. Eisini er bókin kryddað við nógvum myndum, sum geva tí væl skrivaða tekstinum enn meiri lív. Tað er forlagið Stiðin í Hoyvik, sum gevur bókina út.