Jógvan við Keldu stillar ikki upp til næsta løgtingsvalið Jógvan við Keldu verður ikki á listanum hjá Fólkaflokkinum til komandi løgtingsvalið.
Við Norðlýsið sigur hann, at tíðin er komin til at loyva yngri kreftum framat.
Jógvan við Keldu hevur verið løgtingsmaður í trimum tíðarskeiðum síðani 1988, og hann var landsstýrismaður í innlendismálum 2004-2005. Hann hevur eisini verið býráðslimur og borgarstjóri í Klaksvík.










