Jógvan Sofus farin

Tað kom dátt við at frætta, at Jógvan Sofus Ferjá var deyður hósdagin í farnu viku. Hóast 94 ára gamal var hann framvegis byrgur, og vit vóru mong sum gleddu okkum at vera saman við Jógvani Sofus og Dinnufíu, nú tey skuldu halda jarnbrúdleyp tann 3. desember.

Soleiðis skuldi ikki gangast. Men tey fingu tó eitt sera langt lív saman. Áðrenn tey giftust vóru tey forlovað í 5 ár, so tey hildið saman uttan himpr í ikki færri enn 75 ár. Tað er í hvussu er nakað, sum er vert at minnast.

Tann, sum er komin nakað til Gjáar, er eisini komin at kenna Jógvan Sofus. Hann var sjónligur í bygdini og tosaði við øll. Hann var fyrikomandi og vinarligur, og hann visti altíð so ótrúliga nógv. Men hann duldi tó ongantíð fyri, at Dinnafía visti enn meira, og tað var eisini rætt. Men hon var kortini ikki so sjónlig sum hann.

Men tann sum kom inn á gólvið hjá teimum fekk skjótt sannað hetta. Tey bæði umboðaðu gamla bygdamentan uppá tað besta.

Vit vóru einaferð nøkur, sum vóru ein sunnudag við Gjógv og fóru í kirkju. Hesi løgdu til merkis hetta hábarðsliga gamla parið, sum til skriftarmálið bukkaði seg eina ferð frammanfyri altarið og til altargondina tríggjar ferðir. Hetta er gamal kirkjusiður og føldist hátíðarligt hjá teimum, sum yngri vóru.

Lesararnir á Sosialinum kenna Jógvan Sofus og Dinnufíu frá teirri røð, sum var í Miðvikuni fyrr í ár. Tí er ikki neyðugt at skriva meira um teirra lív á hesum sinni. Her var talan um søguskriving av allarbesta slag, har tey bæði stuðlaðu hvørjum øðrum í at fáa mest møguligt fram av tí, sum tey mintust. Eins hugnaligt, sum tað var at vitja tey heima við Gjógv var tað at sita saman við teimum á Mørkini í Streymnesi, har tað varð greitt frá teirra 3/4 øld saman og eisini tíðini undan tí. Jú, hetta vóru fólk, sum høvdu verið við til at leggja lunnar undir tí samfelagi, sum vit hava í dag.

Úrslitið gjørdist ein einastandandi frásøgn, sum varð nógv lisin og væl umtókt. Serliga kensluborin var frásøgnin um Acorn, sum tað annars ikki hevur verið tosað ella skrivað um, men sum nógv, eisini avvarðandi, vóru takksom um, tá ið hon kom fram.

Tey bæði hava havt ein stóran vinarskara. Hetta sást í kapellinum, tá ið Jógvan Sofus varð borin út, og har bygdarmaðurin bispur talaði. Hetta sást ikki minni á jarðarferðini týsdagin, tá ið Emil Olsen talaði. Her varð Jógvan Sofus væl lýstur, sum tann vala- og fróðarmaður, hann var. Dinnafía var heldur ikki gloymd fyri hennara leiklut í teirra langa lívi saman.

Tað hevur verið stuttligt at kenna tey bæði, og tað var stuttligt at kenna Jógvan Sofus. Hann er ikki ein vit koma at gloyma.

 

ó.