Jógvan Sofus: Eg vann upp hús

Vit hava nú seinna partin av dramat­isku frá­søgnini um eina heimferð frá skipi

Eg steðgi á aftur og hugsi meg væl um. Eg veit ikki, um hetta kann verða fatað sum sjálvrós, men eg hevði verið so hyggin, bæði í táveðri og kava, at talt skritt­ini millum telefonsteyrarnar, og eg mintist tey tá. Í dag minnist eg tey ikki! Eg viti so, um eg kann finna ein telefonsteyra, men tað er ikki so lætt. Tað var munur á, tá ið vit vóru farnir úr Havn fyrr um dagin og so nú. Tá var eingin vindur og einki kavarok.

Eg sveimi við lyktini allar vegir, haldi meg hava gingið nóg langt, men eingin steyri. Gangi so eitt sindur afturat, og tá gangi eg meg beint á hann. Tá var eg so glaður, at eg tók tvørturum hann! Nú eri eg á beinari kós og gangi til tann næsta. Men eg finni hann ikki. Skal venda við aftur, men tá var rokið aftur í slóðina.

Tá stóð illa til. Men nú síggi eg hann kortini tætt hjá mær. Og nú fekk eg eitt rættiliga gott hugskot. »Tú hin gamli«, segði eg við meg sjálvan, »lýs uppeftir«. Eg so gjørdi, og nú síggi eg træðrirnar. Og hetta var vorðið sum. Við at lýsa beint uppeftir og fylgja træðrunum, gekk eg so á Eiðisskarð. Komin á skarðið setti eg meg eitt sindur at fáa mær ein bita at eta, men har kom ikki nógv burturúr eting.

Brádliga síggi eg ein mann stutt frá mær. Eg haldi meg kenna eisini, haldi tað er Jógvan á Rætt. Men hann kemur ikki úr stað. Eg rópi á hann, hyggi burtur og blundi, tí tað rýkur so illa. So reisi eg meg og fari til hansara. Tá er tað ein steinur.

Nú fer telefonin oman til Funn­ings, so eg má fara frá »vinu­num«. Eg haldi meg vera á beinari leið, men gangi kortini eitt sindur meir til høgru, tí um eg fari eitt sindur til vinstru, so fari eg gjøgnum Skammrók, og so detti eg oman í hesum ovurveðri. Skammrók er góð at ganga í góðum geingi, men hon varð kortini ikki nógv gingin. Eg fari meir til høgru, og tá bleiv eg niðan fyri mannagøtuna; men har er gott at ganga, og eg visti, at har fór eg ikki at villast.

Tað var eitt øgiligt kavarok, og eg sá einki burtur frá mær. Eg kann siga, at eg var upp á miðju í kava, og tað gekk long tíð, til eg var komin gjøgnum líðina til Skarðá, sum er áin, ið rennur av Gjáarskarði oman til Funnings. Eg helt meg síggja eina svarta striku, sum eg helt vera áina, og har var høgur skalvur hvørjumegin við! Vegurin frá Gjógv var tá í gerð og hann var komin nakað heim um Gjáarskarð. Eg royndi at koma niðan á vegin. Tað gekk striltið og tók langa tíð; men umsíðir var eg komin á vegin. Tað føldi eg við kustaskaftinum. Har var ikki so djúpur kavi, upp á hálvi lørini. Men framvegis var kolandi stormur.

Kona mín hevði fingið at vita av Oyri, at eg var farin til Gjáar. Hon hevði strítt seg út á telefonstøðina og heimaftur í illveðrinum. Tað er veðurgott í lágni, har telefonstøðin var; men hetta kvøldið bugaðist bróstið, har hon sat, av vindinum. Pápi mín – vanliga kallaður Jóhan í Blásastovu – kom heim at tosa við hana. Hús okkara eru tey fyrstu, tú kemur til, tá ið tú kemur eftir landsvegnum til bygdina. Pápi segði, at hann fór at ganga eitt sindur heimeftir at vita, um hann sá nakað til mín. Hon biður hann ikki fara, men hann fer kortini. Nú kavaði minni, men stormurin var tann sami. Hann gongur heimeftir, og tá ið hann er komin nakað heim um Garðin, sær hann eitt ljós langt heimi í dalinum. Har eg gekk, var kolandi stormur, og eg fekk ikki hildið meg beinan á vegnum, royndi sum frægast at pota við kustaskaftinum at finna vegin. Eg var vátur upp á hálvi lørini, var farin at kølna og hevði skurslað vinstra knæ. Eg var dottin. Men tá ið pápi sá, at eg var komin út um Skarðið, gekk skjótt saman. So møttust vit, og himmalglaðir vóru vit. Eingin var kunnað farin at leita eftir mær, tí hvar mundi eg vera staddur? Helst vilstur onkustaðni millum fjallanna. Vegurin út ígjøgnum dalin var næstan táur, har reyk alt burtur, og vit komu til bygdar í øllum góðum. Tá ið vit komu inn, var gleðin stór. Øll vóru uppi, konan, sonurin og tríggjar døtur. Klokkan var tá trý um náttina, og henda tein, sum eg plagdi at ganga í hálvanannan tíma, hevði eg brúkt seks tímar um.

Tey, sum vistu um henda ólíkinda túr, eg hevði gjørt, høvdu ikki væntað meg at koma fram, og tað sum bilgdist í mínum høvdi hesa náttina kann ikki verða sagt við orðum og verður tí ikki fest á blað her !

Morgunin eftir spurdu Erling í Nólsoy, Hans Pauli og Eiðismenninir higar, at vita, um eg var framkomin. Teir høvdu ikki fingið blund í eyguni hesa náttina. Sunnudagin og mánadagin vóru vit heima.

Týsdagin fór eg avstað aftur til Klaksvíkar við Britons Pride. Eg slapp frá Gjógv. Sonur mín Sjúrður, sum tá var 11 ára gamal, bar mær skipsklæðini oman í Gjógv. Eg fekk næstan ikki gingið, so ringur var eg í beinunum. Eg var heilt overvaður!

Eiðismenninir, sum eisini skuldu við aftur, gingu til Funnings. Teir sóu slóðina eftir meg og høvdu gingið, hagar sum eg hevði sitið á Eiðisskarði og roynt at etið eitt sindur. Men teir hildu lítið vera komið niður í meg, tí har lógu so nógvir breyðmolar.

Tá ið eg kom umborð aftur á Jóannes Patursson, var Hans Pauli blíður við meg, men hann segði, at eina slíka nátt vildi hann ongantíð uppliva aftur.

Tað, sum eg her havi skrivað um, hvar vit royndu, er kanska ikki so skilagott, men túrurin millum bygdirnar er bein frágreiðing. Eg var tá 38 ára gamal.