Borgarstjórin á Eiði, Jógvan í Skorini, sum var valevni hjá Tjóðveldi seinasta løgtingsval, leggur nú eftir løgtingskvinnuni úr Klaksvík, Óluvu Klettskarð. Tað er í samband við fiskivinnupolitikkin hjá samgonguni, at Jógvan í Skorini legst eftir sínum floksfelaga úr Klaksvík.
Jógvan í Skorini skrivar á sínum Facebook vanga:
Hvat sker hjá Óluvu
Nú má Óluva Klettskarð vaknað. Tjóðveldið velur at knokkroyta norðingar alt ímeðan lokal politikkarar standa og hyggja at.
Tað er eingin loyna at eg havi verið ógvuliga harðrendur móti Tjóðveldi til tíðir, serliga tá talan er um grova høvuðsstaðarpolitikkin, ið verður trýstur oman yvir fólkið norðanfyri.
Við nýggja fiskivinnuuppskotinum stendur Óluva sjálv við róðrið og smildrar norðurøkið.
Hvønn skulu vit nú øsa okkum inná, nú okkara egnu venda økinum bakið?
Vónandi slær Óluvá nevan í borðið og vendir gongdini, eitt er so vist og sikkurt, stuðulin hevði verið munandi størri enn mótstøðan.
Jógvan í Skorini sigur, at hann hevði væntað, at onkur politikkari norðanífrá, fór at siga frá og forða fyri, at uppskotið bleiv so víðgongt sum tað bleiv.
- Nú síggi eg, at har er eingin glotti at hóma, hóast tað nú bert eru nakrir fáir dagar eftir. Tí síggi eg nú, at har broytist einki og tað harmar meg nógv, sigur Jógvan í Skorini.
Óluva Klettskarð vísir ákæruna frá Jógvani aftur. Hon svarar honum aftur, at hvørki hon ella samgongan hevur ætlanir um at smildra ella knokkroyta nakran.










