Jógvan Skorheim bakkar undan trýstinum

Hann sær onga meining í at halda fram við ætlanini

Jógvan Skorheim, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri, og borgarstjóri í Klaksvík, tekur ikki longur undir við ætlanini at flyta læknamiðstøðina í Klaksvík inn í røktarheimið við sjúkrahúsið.

 

Tað staðfestir hann í eini almennari fráboðan beint og sotatt bakkar hann fyri trýstinum. Ætlanin hevur fingið nógva mótstøðu, bæði frá leikum og lærdum, og eitt nú hava kommunulæknar mótmælt, kommunilæknafelagið hevur mótmælt, eins og politikararnir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, og Gunvá við Keldu, hava mótmælt.

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur sagt, at Landið skal yvirtaka allar læknamiðstøðirnar og tann í Klaksvík skuldi vera tann fyrsta, og tað skuldi verða ein royndarskipan.

 

Men nú sigur Jógvan Skorheim, at Klaksvíkar kommuna verður ikki royndarverkætlan á hesum sinni, sum hann tekur til.

 

–  Endamálið við heilsumiðstøðini er at geva borgarunum eina dygga, góða og væl samskipaða viðgerð og samstundis skapa betri karmar fyri bæði borgarar og starvsfólk, sigur hann.

 

– Men mótstøðan, sum er komin fram í ljósið seinastu dagarnar, skapar á ongan hátt gróðrarbotn fyri tí samstarvinum, sum er neyðugt, skal ætlanin tæna sínum endamáli. 

 

– Sjálvt um vit í tilgongdini hava samskift við avvarðandi partar, – eisini kommunulæknarnar – má eg tíverri viðurkenna, at eg átti at hava lagt uppaftur meira fyri, fyri at veita kommunulæknunum vissu fyri, at heildarætlanin bert hevur til endamáls at betra um bæði umstøðurnar og tænastustøðið hjá bæði borgarum og starvsfólkum, leggur hann afturat.

 

Sjálvur eri eg sannførdur um, at talan er um eina framsókna og langskygda heildarætlan við einum góðum endamáli, sum er til frama fyri borgarar sovæl sum starvsfólk á heilsuøkinum. Og eg eri somuleiðis sannførdur um, at allir partar høvdu sæð stóra virðið í ætlanini, hevði eg handfarið málið betri.

 

— Men tá samstarvslíkindini ikki eru betri, enn líkt er til í løtuni, síggi eg onga meining í at halda fram við ætlanini.