Jógvan er ættaður úr Saltangará. Foreldrini vóru Karolina, f. Petersen, ættað av Selatrað, og Esbern Simonsen, úr Saltangará, og hann er nummar fimm av sjey systkjum.
Jógvan er giftur við Sofíu, f. Midjord, úr Fuglafirði. Tey hava búð í Fuglafirði til fyri umleið trimum árum síðan, tá tey keyptu barnaheimið hjá Jógvani á Høgabóli í Saltangará, har tey búgva í dag.
Jógvan er kendur, sum ein pionérur á fleiri økjum, hann var ein tann fyrsti, sum byrjaði við oljufýrservice í Føroyum. Men tað er serliga innan tyrluflúgving hann hevur gjørt vart við seg. Hann hevði stóran áhuga í tyrluflúgving, og saman við øðrum leigaði hann eina tyrlu úr Danmark til royndarflúgving. Ætlanin var at royna, hvussu tyrluflúgving royndist í Føroyum, og hvør tørvurin var.
Hesar royndir vístu, hvussu átrokandi tað var at fáa tyrluflúgving í Føroyum. Nøkur ár senni keypti landið sína egnu tyrlu, og Jógvan varð settur sum leiðari á tyrludeildini hjá Strandfaraskipum Landsins.
Jógvan hevur eisini roynt seg á øðrum økjum. Hann átti og rak fyritøkuna Fuglafjarðar Skipaavgreiðsla, og eitt tíðarskeið var hann reiðari á rækjutrolaranum Borgini. Hann hevur eisini arbeitt, sum kaifúti í Fuglafirði. Seinni bleiv hann stjóri á Bergfrost í Fuglafirði.
Hann hevur eisini arbeitt uttanlanda, hann var t.d. sølumaður hjá Faroe Seafood í Hirtshals og leiðari hjá AWI-Boats í Uumanaaq í Grønlandi.
Í dag tekst Jógvan við at umvæla barnaheimið hjá sær á Høgabóli og er onkran túr til sjós.
Fía og Egga eiga fýra børn, sum øll búgva í Havn: Billa Jóhanna, Jóhan Esbern, Súsanna og Durita. Eisini eiga tey fimm ommu- og abbabørn, Suffía ,Martha, Jógvan Pauli, Marin og Bogi.
Vit ynskja babba hjartaliga tillukku við degnum
Børnini










