Jógvan sang seg í finaluna

Jógvan Hansen hevur í kvøld sungið seg í finaluna í íslendska Grand Prixnum. Jógvan kappaðist við fýra aðrar sangir í innleiðandi kapping í kvøld. Hetta var annað av fýra innleiðandi umførum í íslendska Grand Prixnum. Tveir sangir koma víðari hvørjaferð, og í kvøld tryggjaði Jógvan Hansen sær so pláss í finaluni.

 

Jógvan sang sangin One More Day, sum Óskar Páll Sveinsson og Bubbi Morthens hava skrivað til Jógvan.

 

Finalan í íslendska Grand Prixnum verður hildin leygarkvøldið 6. Februar, og tá hevur Jógvan Hansen so møguleikan at vinna seg í europeisku kappingina, sum í ár verður hildin í Oslo.