Jógvan Ósá um Múrin

Planetin spyr fólk við Múrin, hvussu tey uppliva festivalin Hví ert tú við Múrin?

Fyri at hugna mær við vinmonnum og so eisini fyri at hoyra góðan tónleik.

 

Hvar býrt tú við Múrin?

Eg eigi at sova í tjaldi. Men eg eri farin til Havnar at sova.

 

Hvat er tað besta?

Tónleikur og øl, men tað hevur eisini nógv at siga, at góð fólk eru har.

 

Hvat er tað ringasta?

Veðrið í dag.

 

Er tað nakað tú gleðir teg serliga til?

Ace of Base

 

Hevur tú skorað við Múrin?

Nei, eg havi damuna við. Nú verða genturnar kanska nakað skuffaðar.

 

Ert tú bilsin av nøkrum?

At tað riggar so væl. Trúði ikki, at tað bar til at hava festival her.

 

Hevur tú fingið svínakrím?

Nei. Ikki enn.

 

Verður tú allar dagarnar?

Er mann farin, so kann mann tað sama vera alla tíðina, so tað geri eg.