Jógvan S í gráum øki

Skipaeftirlitið er líkasum eitt sindur í milluhond, tá skip sum Jógvan S skulu sýnast, sigur leiðarin á Skipaeftirlitinum

Skipaeftirlit

Krøvini til Skipaeftirlitið eru greið. Skipið, sum sýnast skal, skal vera í tí standi, sum reglurnar fyriskriva. Hvørki meira ella minni.
?Men kortini eru vit í einum gráum øki, tá vit tosa um júst Jógvan S, sigur Óli Hans Hammer Olsen, leiðari á Skipaeftirlinum.
Grundin er, at tað kann tykjast torskilt at siga, um skipið er føroyskt, útlendskt, innflutt ella hvat? Tí talan er um skip, sum ikki er skrásett í føroyska flotanum. Men tað er heldur ikki innflutt. So tað kann ikki koma undir somu krøv, sum innflutt ella nýggj skip.
Í svari upp á fyrispurning um innflutningsloyvið hjá Jógvani S, sum varð keyptur frá norskum felag, sigur Fiskimálaráðið, at har finst einki innflutningsloyvi. Tí hóast skipið er strikað úr føroysku skrásetingini og hevur norskan eigara, er tað ongantíð fysiskt farið úr Føroyum,
?Vit vita ikki rættiliga, hvørji krøv vit skulu seta til eitt slíkt skip, sigur Óli Hans Hammer Olsen. Men hann væntar, at talan verður um somu krøv sum til eitt innflutt skip.
?Men eitt er púra vist, leggur hann dent á. Vit skulu syrgja fyri at trygdin á skipinum er í lagi, og at tey teknisku krøvini verða fylgd. Skipið skal lúka øll altjóða krøv eins og tær fyriskriftir, ES setir, sigur hann.
?Vit mugu so døma eftir besta førimuni. Men vit hava altíð verið konsekventir, og soleiðis verður eisini her, sigur Óli Hans Hammer Olsen, leiðari á Skipaeftirlitinum.