Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í Mentamálum, segði við útvarpið sunnudagin, at hann fekk boð fyri nøkrum døgum síðani um at skjølini hjá Evensen fóru at verða seld. Hann fer nú at seta seg í samband við Landsskjalasavnið og kanska onnur við, fyri at ráðføra seg og síðani taka støðu til, hvat ið tað almenna fer at gera.