Jógvan Purkhús í Klaksvík

Í døgunum 3. til 10. apríl hevur Jógvan Purkhús myndaframsýning í hølunum hjá Føroya Banka á Fornagørðum í Klaksvík.
Talan er um 21 myndir og málningar, sum Jógvan hevur gjørt. Somuleiðis luttaka Hans Hansen, Páll Purkhús, Jóngerð Purkhús og Jakob Jóhannsson Purkhús á framsýningini við vatnlitsmyndum, oljumálningum og akrylmyndum.
Jógvan Purkhús sigur sjálvur, at tá hann sum smádrongur sá myndir eftir Hans Hansen og Fritjof Joensen, vaktu tær hugin og ansin hjá honum.
? Teir vóru so gløggir og nærlagdir í sínum arbeiði, og tað vakti hjá mær ein longsul eftir at skapa nakað og at eiga eina slíka hegnishond, sum teir áttu, sigur Jógvan Purkhús.