Jógvan provokerar

Jógvan á Høvdanum bjóðar fólki av við nýggjari provokerandi teknirøð

Hann dámar væl at arga fólk við sínum tekningum, og tað ger hann meira enn nakrantíð í nýggjari teknirøð, sum verður at fáa til keyps í dag.

Jógvan á Høvdanum (yngri) hevur seinastu tvey árini tekna totalt langt úti tekningar til ungdómsblaðið hjá Dimmalætting, men í dag gevur hann út eina teknirøð upp á 52 síður, har hann leggur dent á, at tekningarnar eru enn longri úti enn áður.

- Eg vil gjarna sleppa út við teimum tekningunum, sum eg havi gjørt. Vónandi fær onkur gleði av teimum, tí tað er púra vist, at onkur verður óður um tær, sigur 21 ára gamli klaksvíkingurin.

Stílurin í nýggju teknirøðini er tann sami, sum fólk frammanundan kenna Jógvan fyri. Hann hevur teknað nógvar smáar søgur í nýggju røðini, sum kostar 50 krónur. Útgávan er gjørd saman við Svabo Creations í Klaksvík.

Í dag klokkan 14.00 verður Jógvan á Høvdanum á Torginum í SMS, har hann fer at signera nýggju teknirøðina.