Mánanáttina ella mánamorgunin hvarv motorcross súkklan hjá sjey ára gamla Jógvan Páll Arge Johannesen í J. Paturssonargøtu í Havn.
Jógvan Páll er sera harmur um súkkluna, sum hann nýtir til skipaða crosskoyring.
Talan er um eina orangelitta KTM 50 ccm, sum er 65 cm høg, sum sæst á myndini. Jógvan Páll koyrir vanliga á hesi súkklu á avbygdum øki, og er hetta eitt frítíðarítriv, sum hann og fleiri onnur hava. Tey koyra serliga á ATV, sum hava fýra hjól.
Tey hava boðað løgregluni frá, men enn er einki komið burtur úr. Um onkur veit um súkkluna, verða tey vinarliga biðin um at siga løgregluni frá. Tað ber eisini til at senda ein sms til okkum her á Portalinum. Nummarið er 225000.