Jógvan Páll Lassen, advokatur, hevur selt sín part í Advokatfelagnum yviri við Strond 4 í Havn.
Seinastu broytingarnar í partafelagsskránni vísa, at Jógvan Páll Lassen er farin úr leiðsluni í Advokatfelagnum, umframt at hann er farin úr sum íognari í felagnum. Tað vísir samanumtøkan hjá Business-Line á bl.fo.
Við in.fo sigur kendi advokaturin, at hetta er úrslitið av eini avgerð, sum hann tók fyri nógvum árum síðani, at tá hann fylti 67, skuldi hann fara úr felagnum.
Hann sigur, at hetta merkir tó einans, at hann hevur selt sín ognarlut í felagnum til hinar eigararnar. Hann heldur tó fram við virksemi sínum í Advokatfelagnum.
Trý nýggj feløg eru stovnaði seinastu vikuna.
ÍVF Kinatráðurin er eitt teirra. Dávid Fossdalsá og Jóhanna Magnusardóttir Isaksen hava stovnað felagið og eru stjórar tess. Tey bæði eru búsitandi í Kina og felagið skal reka virksemi millum Kina og Føroyar.
Tvey feløg eru eisini stovnað, sum skulu fáast við fastogn. Annað er Sp/f Palja Húsatænastan, sum Óli Hans Pauli Jacobsen hevur stovnað. Hetta felagið skal keypa og selja fasta ogn og fáast við útleigu og umvælingar av føstum ognum.
Hitt er Sp/F Navo, sum Simon Emil Nielsen av Viðareiði hevur stovnað. Endamál felagsins er at reka virksemi innan umvæling og menning av fastognum og líknandi.
Annars eru nógvar stjóra- og nevndarbroytingar at síggja í partafelagsskránni. Allar broytingarnar síggjast her.