Jógvan Páll Háberg 60 ár

Í morgin, týsdagin 13. februar, verður Jógvan Páll Háberg í Havn 60 ár.

Jógvan Páll var í fleiri ár fastur fúsur við samráðingarborðið, tá ið almenni arbeiðsmarknaðurin telvaðist um lønir og arbeiðstreytir annars. Í nøkur ár var hann skrivari í Starvsmannafelagnum, og so arbeiddi hann á lønardeildini í Tinganesi.
                      Jógvan Páll Háberg er havnarmaður við stórum H. Hann hevur mest sum alla sína tíð búð í Havnini, og hann trívst best í miðbýnum og gamla býarpartinum.
                      Hjørdis og Petur W. Háberg fluttu úr Hornabø og heim í Magnus Heinasonargøtu, tá ið Jógvan Páll var tvey ára gamal. Har vaks hann upp saman við systkjunum. Børnini hjá Hjørdis og Petur eru Beinta, Erna, Jógvan Páll, Elma, Pætur og Malan, sum øll búgva í høvuðsstaðnum.
                      Jógvan Páll var á skrivstovuni á Skipafelagnum, og so arbeiddi hann í tólv ár á Føroya Brunatrygging, sum helt til á Glade hjørn og seinni uppi á Hálsi. So var tað, at Jógvan Páll varð skrivari í Starvsmannafelagnum og seinni fór í starv á Løgmansskrivstovuni og lønardeildini. Tey síðstu árini hevur hann arbeitt í Innlendismálaráðnum, har hann serliga hevur tikið sær at landsfólkayvirlitinum. At arbeiða í søguliga umhvørvinum í Tinganesi hevur dámað Jógvani Páll serliga væl. Hann hevur stóran áhuga fyri og kunnleika í søguni hjá havnarfólkum og Havnini.
                      Einki er at ivast í, at góðu analytisku evnini eru komin arbeiðsgevarunum til góða. Ikki minst tá ið tað hevur snúð seg um samráðingar. Jógvan Páll er góður lurtari, og hann megnar væl at finna kjarnuna í spurningum og at skilja tað, sum hevur størsta týdningin, frá tí, sum kanska hevur minni at siga. Hann er góður ráðgevi, og eingin nýtist at fara aftur um aftur í tí, sum Jógvan Páll hevur avgreitt.
                      Hóast hann ikki hevur lagt í at troðka seg fram við tí, men heldur hevur havt tað sum frítíðarítriv fyri seg sjálvan og so tey allar næstu, so slepst ikki uttan um í lýsing av 60 ára føðingardagsbarninum at nerta við, hvussu fjølgávaður hann er.
Á ungum árum lærdi hann at spæla hjá Rigmor, og hann er fínur pianistur.
Jógvani Páll hevur altíð dámað væl at tekna og klippa, og tað hevur ligið væl fyri. Tað hevur ikki verið akkurát hann at sýna fram, men treyðugt so, so hevur hann luttikið á framsýningum við klippum. Hann hevur klipt jólakort, og eina ferð gjørdi hann jólamerki við temanum úr Lítla Elsa droymdi.
Kvalitetur hevur verið vørumerkið í øllum, sum Jógvan Páll hevur latið úr hondum. Tað sæst eisini í tí, sum hann hevur sett saman í bundnum máli.
Tað er hugnaligt at støkka inn á gólvið á Landavegnum, Serliga upp á tvey mans hond er hann meistari í at lýsa og greiða so livandi, gjølla og beinrakið frá, at hann í fáum orðum fær teg at sansa upplivingarnar so mikið væl, at tað er um reppið, at tú tevjar bæði lukt og deym!
Jógvan Páll giftist í 1974 við Elsebeth fødd Nolsøe og ættað úr Havn. Børnini eru Annika (1975) og Bárður (1979), sum bæði búgva í Havn. Abbabørnini eru Jógvan, Heini og lítla Elsebeth. Jógvan Páll er familjumaður burturav, og heimið hjá Elsebeth og honum er eyðkent av stórum hugna og gestablídni og treytaleysum áliti á hin almáttuga.
Føðingardagin er Jógvan Páll burturstaddur. Vit eru mong, sum senda honum og familjuni okkara bestu kvøður og takka fyri góðan vinskap í mong ár.                      Jóannes