- Jógvan Páll ger seg viðhvørt klókari enn hann er

- Jógvan Páll Lassen, Føroya fremsti serfrøðingur í partafelagsrætti, ger seg viðhvørt klókari, enn hann er, sigur Jørn Astrup Hansen, formaður í Búskaparráðnum í viðmerking til tað, sum Jógvan Páll Lassen segði á Rás2 kl 17

Vit hava spurt Jørn Astrup Hansen um viðmerking til tað, sum Jógvan Páll Lassen førdi fram um, at als einki er um tað, at landsstýrið ábyrgist fyri møgulig framtíðar tap hjá Smyril Line. Jógvan Páll Lassen segði við Rás 2 kl 17:

- Hatta er ikki rætt sambært partafelagslógina ella aðra løgfrøði. Tað er einki løgfrøðisligt hald í hasum. Eg vóni bara, at Búskaparráðið hevur betur skil fyri búskapi enn løgfrøði, tá teir koma við sínum fráboðanum, tí hatta er ein politisk meting, sum er langt við síðuna av, segði Jógvan Páll Lassen, løgfrøðingur, við Rás2.

Jørn Astrup Hasen heldur, at Føroya fremsti serfrøðingur í partafelagsrætti viðhvørt ger seg klókari, enn hann er:

- Herved kommer han ofte for skade at gøre andre dummere, end de er. Nylig har Jógvan Páll fundet anledning til at tage Búskaparráðið i skole. Men Jógvan Páls omsorg er ufornøden. I Búskaparráðnum mener vi os i besiddelse af den fuldt tilstrækkelige indsigt i selskabsret.

Jørn Astrup Hansen heldur, at heimurin er annað og meira enn partafelagsrættur, og hann vónar, at hetta eisini fer at ganga upp fyri ?Færøernes kammeradvokat?.

- Når Færøernes landsstyre, sammen med Framtaksgrunnurin, sætter sig på 59 pct. af aktiekapitalen i P/F Smyril Line og med en aktionæraftale sikrer sig retten til at udpe-ge et flertal i bestyrelsen, så påtager landsstyret sig et hovedaktionæransvar, eller en moderselskabsforpligtelse. Et sådant ansvar, en sådan forpligtelse, er ganske vist ikke reguleret i selskabsretten. Men den er ikke desto mindre en realitet. En moralsk, eller en politisk, realitet, sigur Jørn Astrup Hansen.

Jørn Astrup Hansen heldur, at tá Palliba síðani skal rinda fyri ein ferjutransport til Danmarkar, so ger hann tað við tí áliti, at landsstýrið heldur hondina undir reiðaríðnum. Og landsstýrið fer væl saktans ikki at skuffa Palliba. Ella hvat?

- Skuldi nakar havt gloymt, hvat tað heila snýr seg um, so ognaði Fíggingargrunnurin av 1992 sær í mars 1993 - ?for en klatskilling 52 pct. af aktiekapitalen i P/F Føroya Banka?.

Jørn Astrup Hansen sigur, at hervið átók Fíggingurgrunnurin landsstýrinum eina hø-vuðspartaeigaraábrgd. Tí tann 29. november í 1993 mátti landsstýrið innskjóta 1.185 milliónir krónur í Føroya Banska, harav 1.026 milliónir krónur vóru við fyri at dekka tap.