Sosialurin royndi fyrrapartin í gjár at fáa viðmerkingar frá Jógvani Páll Lassen til tað, sum Halgir Winther Poulsen omanfyri førir fram um gula SMS posan og onnur viðurskifti viðvíkjandi skipamálunum. Men hetta bar ikki til. Jógvan Páll var á veg av landinum og ikki eydnaðist at fáa fatur á fartelefon hansara.