Jógvan og Nikolina í Riberhúsi

Tíðindaskriv

Frá 8. til 28. september hava systkini Jógvan og Nikolina Kristiansen eina framsýning í Riberhúsi í Fuglafirði av blýantstekningum, har tey flestu av myndevnunum eru andlitsmyndir. Høvið verður at bíleggja myndir.

Fernisering verður hóskvøldið kl. 19.00 - 21.00, har øll eru hjartaliga vælkomin.