Jógvan og Hilmar Jan í høllini

Endabresturin á Oyggjaleikunum verður leygardagin, og á Rás2 er ætlanin at seta eitt ordiligt punktum fyri leikunum

Við føroyskum eygum er lagt upp til rimmar brak í Vikingahallen, har badminton verður spælt, og frá klokkan 7 leygarmorgunin setir Rás2 fokus á dystirnar.

Fyri fyrstu ferð á leikunum verða Jógvan Arge og Hilmar Jan Hansen paraðir, soleiðis at teir báðir koma at siga frá finalunum.

- Badminton hevur staðið seg framúr væl á leikunum, har tey longu hava vunnið eitt gullmerki, umframt tey heiðursmerki, sum fara at spyrjast burtur úr finaludegnum. Og tá ein ítróttargrein markerar seg somikið væl, so halda vit avgjørt, at vit mugu svara aftur við at senda okkara bestu frásøgufólk á staðið, sigur Eyðun Klakstein, sum stjórnar fyri útvarpspartinum á redaktiónini í Marienhamn.

 

-mørk