Seks bólkar fara at spæla til árligu PopTop konsertina, sum verður leygardagin.
Bólkarnir, sum fara at spæla eru Ineptus, Synarchi, Craisy Miss Daisy, Farrago, Drunken Fish og Jógvan.
Tað eru ungir og nýggir bólkar, sum plaga at taka lut í PopTop kappingini, og soleiðis er eisini hesaferð. Bólkurin Synarchi hevur verið eitt sindur frammi, men hinir bólkarnir eru rættiliga ókendir.
Men PopTop konsertin kann júst broyta hetta, tí hon hevur til endamáls at fáa nýggjar bólkar fram og geva teimum møguleikan at spæla alment.
Vinnarin av PopTop konsertin sleppur við til Ólavsøkukonsertina.
Tríggir dómarar við royndum innan tónleikalívið fara at finna vinnaran, og meðan teir tosa um tað, fara vinnararnir í fjør, Paradox, at spæla.
Tað er felagið Tónaungdómur í samstarvi við MBM og fyrireikararnar av Ólavsøkukonsertini, sum skipa fyri PopTop konsertini.
Konsertin verður leygardagin kl. 15.00









