Jógvan Nybo heldur fram sum formaður

Maskinmeistarafelagið hevði aðalfund leygardagin tann 12. mars.

Millum evnini á skránni var nevndar- og formansval, og varð Jógvan Nybo her afturvaldur uttan atkvøðugreiðslu.

Fyri vali til nevndina stóðu Regin Olsen og Marner Olsen. Regin Olsen varð afturvaldur og nývaldur í nevndina varð Jørgin Mørkøre. Til tiltakslimir vórðu valdir Marner Olsen og Jóan Petur Patursson.

Nevndin í Maskinmeistarafelagnum er nú soleiðis skipað: Jógvan Nybo, formaður, Páll Hansen, næstformaður og hinir nevndarlimirnir eru Regin Olsen, Petur Egholm og Jørgin Mørkøre.
-jm