Jógvan Nolsøe í Texas

Jógvan Nolsøe er ein av fremstu føroysku barrsangarunum, við stórari innliving og enn størri spæliskrá, hevur hann verði ein tann virknasti sangarin á caféum og barrum í Havn. Men leygarkvøldið sleppa eisini sandingar at uppliva henda troubadur.

Jógvan fer á pallin í spælistaðnum á Sandoynni Texas leygarkvøldið frá 21-03. Texas leggur nógva orku í at bjóða sandoyingum livandi tónleik, og er vorðið eitt av teimum mest spennandi spælistøðunum uttan fyri Havnina.