Jógvan Niclasen aftur á toppinum

Hóast tað eitt sindur síðani, at Jógvan Niclasen hevur verið til kapping, so megnaði hann at vinna í compoundbólkinum

Compound skjúttarnir vóru 11 í høllini á Eiði sunnudagin. Støðið var sum heild javnt.

Innleiðandi var øgiliga javnt frá nummar 2 til nummar 7. Bara 11 stig vóru ímillum tann nummar tvey og sjey. Hetta er ikki nógv, tá møguleiki er at fáa 600 stig.

Síðani vóru finalurnar á skránni. Her vóru nakrir javnir dystir. Og serliga dystirnir hjá Rakul Dam vóru javnir. Tó tapti hon við einum stigið ímóti soni sínum, Jógvani Niclasen, í fjórðingsfinaluni.

Í bronsudystinum skutu Sigrid Vang og Albert Dam. Hendan dystin vann Albert við einum stigið.

Í sjálvari finaluni skutu Jógvan Niclasen og 16 ára gamla talentið Magnus Andreasen. Her vann Jógvan við 115 stigum ímóti teimum 110 hjá Magnusi.