Jógvan Nónsgjógv 75 ár

Hósdagin 19. januar fylti Jógvan á Fløtti við Gjógv 75 ár. Jógvan á Fløtti er millum manna kendur sum ein framúrskarandi handverkari. Hann hevur í øllum yrki sínum verið nærlagdur og miðvísur sum fáur. Tjóðskaparsinni og hugsjónir hava eyðkent
hann frá ungum av

Jógvan er ættaður frá Gjógv. Sonur Sivert og Jacobinu Joensen. Faðirin var
jarnsmiður. Móðurin, sum var ættað av Húsum, doyði í bestu árum í barnferð.
Jógvan var næstelstur av 5 systkjum, og fór eftir lokna skúlagongd í
smiðjulæru hjá faðirinum. Eftir lidna lærutíð starvaðist hann nøkur ár í
Havnini. Fyrst í smiðju og síðan sum portørur á Landssjúkrahúsinum.
Her hitti hann komandi konu sína Esther, ið er ættað úr Líðini á Tvøroyri.

Trongar tíðir vóru um hetta mundi í Føroyum. Jógvan, sum nú var vorðin
familjumaður, avgjørdi tí at leita sær arbeiði í Noregi. Har starvaðist hann á
skipasmiðju í eitt 4 ára skeið, áðrenn hann við familju aftur flutti til Føroya.

Heimafturkomin fór hann á maskinskúla í Havn, og eftir lokið prógv sigldi
hann sum maskinmeistari í nøkur ár. Hóast hann treivst á sjónum, valdi
hann at gerast heimamaður. Eyðvitað dróg familjan, og harumframt tann
gamli dreymurin um egið virki. Eisini var áhugin hjá Jógvani stórur fyri
bygdamenning.

Í fyrru helvt at sekstiárunum búsettist Jógvan so aftur í heimbygdini. Fyrstu
árini starvaðist hann sum smiður. Í smiðjuni hjá Jógvani var gjørligt at fáa alt
umvælt. Og ikki var óvanligt, at forlornar tenn og brillur fingu ábøtur ímillum
gravkýr og lastbilar.

Hóast langar dagar í smiðjuni røkti hann eisini onnur áhugamál. Fiskiskapur
hevur altíð havt stóran áhuga, og tá hann loyvdi sær at fara til útróðrar,
lá væl fyri. Serstakliga kalvaveiðan varð mett høgt, og rokdagarnir við Sjúrðabáti
hava ikki verið fáir. Enn er met hansara fyri ein einstakan kalvadag ikki tikið í bygdini.
Seyðahald hevur ligið frammaliga í huganum. Tá Jógvan kom aftur til heimbygdina,
hevði tann illgongda Líðin við Gjógv ligið í órøkt nøkur ár, soleiðis at seyðurin var
vorðin vargur. Beinanvegin tók Jógvan stig til saman við einum øðrum gjáarmanni,
Andor Sivertsen, sála, at fáa Líðina aftur á føtur. Vargurin varð avtikin og nýggjur
seyður settur við. Síðani røktaði hann í hesum haga við stórum ídni og nærlagni til
fyri fáum árum síðani.

Í byrjanini av áttatiárunum fer Jógvan undir framleiðslu av elementvørum. Virksemið
byrjaði í kjallaranum heima við hús saman við konuni og tveimum børnum. Seinni
bleiv virkisbygningur reistur, og Element- og Betonvøruvirkið við Gjógv varð sett á
stovn. Fá ár seinni var hann stigtakari til og eigari í næsta virkinum, sum stovnað
varð í bygdini. Virkini hava givið fleiri arbeiðspláss bæði til gjáarfólk og avbygdafólk.

Hóast andróður og bakkøst, bæði viðvíkjandi bygdamenning, men eisini persónliga,
hevur hetta ikki megnað at kúga ágrýtni og virkisfýsni. Jógvan kann nú í vesturskininum gleðast um at bygdin, hóast fáment, kann bjóða fitt av arbeiðsplássum, ið hann hevur verið oddamaður fyri at stovna.

Harumframt dregur Gjógv væl av útlendskum ferðafólki til sín. Og síðani gistingarhúsið Gjáargarður byrjaði sítt virksemi, er bygdin eisini væl vitjað av føroyingum, ið t.d. søkja sær eftirútbúgving og samstundis nýta høvi at njóta bygdafriðin og vøkru náttúruna.
Fyri okkum børn var tað at flyta til Gjáar at koma í ein ævintýrheim. Sum vaksin er tað ikki sørt at vit eru stolt yvir Jógvansa avrik fyri Gjáarbygd og yvir at vera ættað frá Gjógv. Hugnaligt er at vitja har norðuri og møta Jógvani í »gomlu smiðju«, har hann tekst við ymiskt handverk, ella sum í løtuni har hann ger bátin kláran til várróðurin og kalvaveiðuna. Og í køkinum stákast konan enn sum áður og borðreiður við tí allarbesta.

Við vón um nógv góð ár framyvir.

S. N.